Felagsskapurin, FK tíðindi, Kunning
Royndir at stovna keypssamtøkur í 1930-árunum
Tá ið Havnar Keypssamtøka læt upp 8. oktober 1952, fyri 60 árum síðan, var tað onnur royndin at stovna keypssamtøku í Havn. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar um 1930.
Tá vóru ringar tíðir í Føroyum so væl sum nógva aðrastaðni. Gamlar fyritøkur, sum høvdu havt skip og handlar, vóru farnar á húsagang, og livilíkindini vóru sera trong.
Um 1930 varð boðað til fundar at seta keypssamtøku á stovn, og millum teirra vóru fleiri við fastari løn. Hetta sama var galdandi 20 ár seinni, tá ið Havnar Keypssamtøka varð stovnað. Ein atfinning ímóti tiltakinum – bæði í 1930 og aftur í 1952 – var, at tey fastløntu, sum høvdu ráð at gjalda, royndu at bjarga sær. Tey minni mentu vóru sum altíð við sviðusoð, varð sagt.
Ein grundin til hetta var, at stovnararnir helst vildu hava fólk við í samtøkuna, sum fíggjarliga høvdu orku at standa ímóti og halda á, sjálvt um handilin ikki gekk so væl í fyrstuni.
Stovnararnir vóru væl vitandi um, at mótstøðan frá privatum handlum og heilsølum kom at verða stór. Men tíverri eru ongar gerðabøkur frá hesum fyrstu royndunum til skjals. Vit vita tó, at tvídráttur kom í á stovnandi aðalfundinum. Annar bólkurin stovnaði felagið “Brugsforeningen Samvirkið”, hin bólkurin stovnaði “Baldur – Brúksfelag fyri Føroyar”. Tað sæst, at lógirnar hjá “Samvirkinum” eru prentaðar í 1932. Lógirnar hjá “Balduri” eru ikki tíðarfestar, men eru óivað frá somu tíð.
Einasti munur á lógunum hjá feløgunum var, at Baldur ætlaði at fevna um alt landið, hóast felagið hevði heimstað í Havn.
Hvør veruliga ósemjan var millum bólkarnar, hevur ikki borið til at fingið uppspurt. “Baldur” helt til í húsunum hjá Anthon Kragesteen, eystan fyri Havnará, har Ebenezer nú er. “Samvirkið” hevði handil í húsunum hjá Jacob Mouritsen (í Snikkarastovu).
Karsten Hoydal, ein av stovnarunum av Havnar Keypssamtøku í 1952, greiðir m.a. frá hesum í 25 ára riti Føroya Keypssamtøku “Samtøkuni” í 1990, og veit harumframt at siga, at pápi hansara var limur í “Balduri”, og at millum stovnararnar av “Balduri” vóru Hans A. Djurhuus, skald og lærari, Andreas Ziska, handilsmaður, Anton á Krákusteini, handilsfulltrúi, Louis Zachariasen, verkfrøðingur, Jógvan Zachariasen, amtslækni, Marius Reyn (hjá Pedda), traðar-, arbeiðs- og útróðrarmaður, Busk, yvirlækni, M. A. Lützen, búnaðarráðgevi. Hans Andrias Djurhuus var fyrsti formaður í “Balduri” og tá ið uppgjørt varð var Louis Zachariasen formaður.
Ein av orsøkunum til at hesar báðar fyrstu keypssamtøkurnar ikki høvdu longri lív lagað var, at keypmenn og heilsølur sýttu at lata teimum vørur, tá ið á stóð. Long tíð kundi ganga ímillum, at skipini komu við vørum til landið, og tí var ofta vørutrot.
Tá ið av tornaði, átti “Baldur” 1000 krónur. Peningurin varð settur á bók í Føroya Sparikassa, sum fyrsti stovnspeningur hjá einum mentanargrunni. Í 1946 setti Løgtingið Føroya Mentanargrunn á stovn. Tá var peningurin frá keypssamtøkuni latin hesum grunni, tó so at hann varð standandi á síni egnu bók til 1967. Hann var tá vaksin til 12.000 krónur.
Tey fyrstu árini, keypssamtøkurnar royndu at ana, høvdu tær samband við FDB, Fællesforeningen for Danmarks Brugsforeninger, sum læt teimum vørur. Tá ið samtøkurnar hildu uppat, vildi FDB ikki heilt sleppa endanum, men keypti eitt grundøki við Tinghúsvegin, har Havnar Arbeiðsmannafelag nú hevur hús, at hava til at taka.
Tá ið kríggið kom og at enda hasaði av, var tað eingin, sum hugsaði um at stovna keypssamtøku av nýggjum, heldur ikki FDB, sum tók og seldi stykkið.
Dreymurin um eina keypssamtøku var tó ikki deyður við alla. Í teimum fíggjarliga sera ótryggu tíðunum fyrst í 50-árunum kyknar dreymurin uppaftur. Tá fóru fólk aftur av álvara at kanna líkindini at stovna keypssamtøku í Havn. Fyrireikingarnar í 1951 og fyrstu tríggjar mánaðirnar í 1952 leiddu til stovnandi aðalfund 3. apríl 1952, og 8. oktober sama ár fór Havnar Keypssamtøka at flýggja vørur út í leigaðum høli burtur av húsunum hjá Niclasi og Helenu Ludvig, í gomlu handilshúsunum hjá Bürger í Bringsnagøtu.
Havnar Keypssamtøka hevur verið fyrimynd fyri øðrum keypssamtøkum úti um landið og upprunin til ta stóru samskipanina Føroya Keypssamtøku.
(Kelda: Karsten Hoydal, Samtøkan – FK 25 ár, 1990)
Comments are closed