Um bygnaðin í Keypssamtøkuni

Føroya Keypssamtøka hevur 7 deildir ymsastaðni í landinum. Aftan fyri tær sjey deildirnar eru 5 limafeløg: eitt fyri handlarnar í Eysturoy, eitt fyri handlarnar í Havn og í Hoyvík, eitt fyri handilin í Klaksvík, eitt fyri handilin í Vágum og eitt fyri handilin í Suðuroy.

Ársfundirnir
Á hvørjum ári boða limafeløgini limum sínum til ársfundar. Á ársfundunum verða limirnir kunnaðir um støðuna hjá FK, og mál, sum stjórnin ætlar at viðgera á aðalfundinum verða løgd fyri limirnar at taka støðu til. Fyrst og fremst eru tað tey lokalu málini, sum verða viðgjørd á ársfundunum.

Limanevnd
Á ársfundunum verða 5 fólk vald í eina limanevnd. Tað eina fólkið er stjórnarumboð. Limanevndin er bindilið millum stjórn og limir. Limanevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara.

Aðalfundurin
Á hvørjum ári í apríl verður aðalfundur hildin. Á aðalfundinum møta umboðini í teimum 5 limanevndunum, umframt tey, sum eru vald stjórnarumboð. Íalt er talan um 38 fólk. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki. Aðalfundurin skal m.a. góðkenna valini av stjórnarumboðum.

Stjórnin
Stjórnin telur 7 fólk. Tey verða vald av limafeløgunum. Limafeløgini eru umboðað við einum limi hvørt, undantikið felagið í Havn, sum hevur 2 stjórnarumboð, og felagið í Eystyroy, sum hevur 2 stjórnarumboð. Stjórnin, sum skipar seg sjálv við formanni og næstformanni, hevur leiðsluna av FK um hendur, og formaðurin myndar FK úteftir. At taka sær av skrivaraarbeiðinum er settur ein felagsskrivari.

Stjóri og deildarstjórar
At stíla fyri handilsliga rakstrinum í FK setir stjórnin ein stjóra. Í samráð við stjóran setir stjórnin deildarstjórar, sum við ábyrgd fyri stjórn og stjóra skulu standa fyri dagliga rakstrinum av deildunum. Deildarstjórarnir seta sjálvir starvsfólkini. Starvsfólkið í FK hevur rætt til at velja umboð til stjórn og limanevndir. Hesi umboð hava uppskots- og talurætt, men ikki rætt at atkvøða.

 



Tilboð frá FK hesa vikuna, galdandi frá týsdegi til leygardag

Tilboð hesa vikuna

Galdandi frá týsdegi til og við leygardag, ella so leingi vøra er á goymslu.

 


HVÍ FK?

Ein demokratiskur felagsskapur

Ofta spyrja fólk, um nakar munur er á Keypssamtøkuni og einum vanligum handli. Tann størsti munurin er tann, at tú kanst gerast limur í Keypssamtøkuni, og soleiðis vera við til eitt nú at ávirka raksturin av handlunum. Sum limur hevur tú medavgerðarrætt í øllum viðurskiftum. Limirnir avgera so at siga sjálvir, hvussu nógva ávirkan, teir vilja hava. Fyri nøkur er tað nóg mikið at velja fólk at umboða seg, meðan onnur eru virknari í felagsarbeiðinum. Sum limur hevur tú sostatt góðan møguleika at gera tína ávirkan galdandi í sambandi við vøruúrval og t.d. hvussu eitt møguligt yvirskot skal brúkast. Allir limir hava somu rættindi. Limir hefta ikki fyri skuld FK - tað ger FK sjálvt við sínum egnu ognum.