FK tíðindi
Kyndilsmessa og føstulávint
Um vikuskifti 2. februar var kyndilsmessa og næsta vikuskifti 10. februar er føstulávint.
Kyndilsmessa var ein av teimum stóru veitsluhøgtíðunum víða um í kristna heiminum í mong hundrað ár. Kyndilsmessa varð hildin við líka stórum stáki sum jólini verða í dag. Jólini eru í sínum uppruna undan kristnari tíð. Tá ið tosað verður um jólini, snýr hetta seg ikki bert um eina einstaka høgtíð, men fleiri høgtíðir, sum hava ligið kring ta myrkastu tíðina á árinum.
Kyndilsmessa varð hildin til minnis um Mariu móðir Jesusar, tá ið hon fyrstu ferð, eftir at hava átt Jesus, var aftur í templinum.
Sjálvt navnið kyndilsmessa boðar frá, at høgtíðin varð hildin við nógvum kertuljósum. Í nógvum londum vórðu kertuljós framleidd, og siður var, at kertuljósini vórðu vígd á kyndilsmessu.
Í Føroyum hava kyndilsmessubygdir verið til fyri o.u. 70-80 árum síðan. Ein siður á kyndilsmessu var at kasta kráku. Hetta snúði seg um, at drongur ella genta fór tíðliga upp kyndilsmessumorgun, uttan at tala orð og uttan at eta bita, fóru út at leita eftir einari kráku. Við sær skuldu tey hava ein stein, eitt bein og eina torvu. Sóu tey eina kráku skuldu tey fyrst kasta steinin eftir henni og siga: “Eg kasti stein, ongum at mein.” Síðan skuldu tey kasta beini og siga: “Eg kasti bein, ber tað væl heim.” At enda skuldu tey kasta torvuna og siga: “Eg kasti torvu, nú er krákan horvin.” Um krákan setti seg á húsatekju, skuldi tann, sum kastaði, fáa maka úr tí húsinum. Setti krákan seg á bøin, skuldi makin koma frá teimum, sum áttu bøin. Fleyg krákan, til hon hvarv, skuldi makin koma úr teirri ættini, krákan fleyg.
Føstulávint
Føstan byrjar rættiliga tíðliga í ár, longu 10. februar. Tað eru páskirnar, sum eru avgerandi fyri, nær føstan byrjar. Páskadagur er altíð fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur, tó ongantíð áðrenn 22. mars, og føstulávintsmánadagur er altíð 7 vikur frammanundan.
Á føstulávint endaði dansitíðin, og vanliga sluppu børnini við í dansin føstulávintsmánakvøld, tá ið dansitíðin endaði við at telja jólini.
Í føstuni ganga børnini grýla tey fyrstu kvøldini í føstugangi. Børnini klæða seg so tey ikki eru at kenna aftur við gekkaskorti fyri andlitið ella smurd. Gingið verður hús úr húsi, og har grýlurnar koma verður roynt at avdúka, hvør ella hvørjar grýlurnar eru.
Ein annar siður á føstulávint er at sláa tunnu, har bæði børn og vaksin taka lut. Í summum bygdum verður skipað fyri stórum tiltøkum at sláa tunnu, serliga leygarkvøld fyri føstuinngang, men eisini føstulávintsmánadag, tá ið allir skúlar hava møguleika at leggja ein frídag. Tað verður sagt, at siðurin at sláa tunnu í Føroyum er komin við einum donskum presti í Sandoy í seinna parti av 1800-talinum.
Ymiskt til føstulávintshald, so sum tunnur og grýluklæðir, er at
fáa í Keypssamtøkunum kring landið.
Myndirnar eru frá føstulávintshaldi fyri skúla- og barnagarðsbørnum á Velbastað seinnu helvt av 90-árunum.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.