Meira fyri minni

x-tra vørurnar eru dygdar lágprísvørur

Ein partur av X-tra-vøruúrvalinum í Keypssamtøkuni í Hoyvík.

Við X-tra-merkinum hevur tú møguleika at keypa góðar vørur fyri ein sera sámuligan prís. X-tra ger serliga mun, tá ið tú skalt brúka nógv av onkrum. Til dømis tá ið útferðir, føðingardagar, felagstiltøk og hátíðarhald eru á skránni.
X-tra er úrvalsrøðin av ódýrum dygdarvørum í FK, prísurin hevur tann avgerandi leiklutin, og Coop Trading tryggjar, at dygdin er í lagi.
Við hesi úrvalsrøð ber til at finna hópin av dygdargóðum lágprísvørum í so at siga øllum hús­ar­halds­vøru­bólk­um. Alsamt fleiri vørur leggj­ast afturat. Tær fyrstu av slagnum vórðu settar á hillarnar í 2003.
X-tra er ein norðurlendsk úrvalsrøð. Vørurnar verða sostatt seldar um øll Norðurlond.
Vørurnar eru pakkaðar og merktar soleiðis at tær eru lættar at síggja og at finna á hillunum. Bláa stjørnan er sjónlig á øllum vørum.
T.d fingu battaríini frá X-tra bestu skotsmál í sendingini Basta hjá TV2 fyri góðum tveimum árum síðan. Tey vórðu roynd og samanborin við onnur kend battarímerki av alkaline-slagnum. X-tra-battaríið vann greiðan sigur í kappingini um kostnað pr. tíma. Kann­ing­ar­úrs­litið sæst her: http://programmer.tv2.dk/basta/article.php/id-5371222.html


Tilboð frá FK hesa vikuna, galdandi frá týsdegi til leygardag

Tilboð hesa vikuna

Galdandi frá týsdegi til og við leygardag, ella so leingi vøra er á goymslu.