Brúkarakunning, FK tíðindi, Tíðindi, Umhvørvi, Vøruumtala
Bók um norðurlendskan gerandismat
Heilsugóður gerandismatur, ið er grundaður á norðurlendskar rávørur, skal vera við at gera norðbúgvar meira tilvitaðar um góðar matvanar, samstundis sum umhvørvið skal hava ein meira týðandi leiklut í hesum arbeiði.
Bókin “Ny Nordisk Hverdagsmad” eftir Claus Meyer, Arne Astrup o.o. kom út á forlagnum hjá FDB í 2011. Í bókini eru uppskriftir til allar dagsins máltíðir, sum eisini eru valdar eftir árstíðini.
Í formælinum verður m.a. greitt frá grundarlagnum undir bókini, sum er ein umfatandi granskingarætlan um mat. Har hevur serliga verið hugt eftir, hvussu matur kann verða samansettur við tí fyri eygað at vera fyribyrgjandi mótvegis tí at fitna og tyngjast. Ein sannroynd er, at vøksturin av typu-2-sukursjúku brádliga er vorðin ovurhondsstórur tí vit eta skeivt samansettan mat.
Eitt av endamálunum við nýggju bókini er at gera norðurlendsku matmentanina kenda, hámetta og væl dámda um heimin víða fyri sítt framsókni og sínar frálíku máltíðir, og fyri evnini at sameina góðan smakk og heilsu, umframt sítt hásinni og sína ábyrgdarkenslu í sambandi við tær avbjóðingar, sum í teirri samlaðu heildini knýtir seg afturat tí at framleiða og brúka matvørur.
Sum útgevari hevur FDB lagt stóran dent á, at tað heilsu- og umhvørvisliga sjónarmiðið í sambandi við norðurlendska gerandismatin samsvara sera væl við tey sjónarmið, sum eru grundarlagið undir nýggja matarvarðanum hjá FDB, har m.a. dentur verður lagdur á matvørur so sum kál, røtur, rug, havragrýn, súrepli og ber.
Til tess at fáa váttan fyri, at “Ny Nordisk Hverdagsmad” er ein uppskriftabók fyri øll, bjóðaði FDB 10 fólkum at koma í køkin at royna matin. Meginparturin at matvørunum vóru høsnarungi, asparges, egg, leykur, rapsolja, perlubygg, rabarbur og pískirómi. Viðmerkingarnar fá hesum fólkum vóru sera jaligar, og fleiri av hesum viðmerkingum eru prentaðar ymsastaðni í bókini.
Grundsjónarmiðið undir nýggja norðurlendska gerandismatinum er hetta:
Meira frukt og grønmeti hvønn dag (nógv meira av beri, káli, rótum, bjølgfrukt, eplum og kryddurtum)
- Meira fullkorn – serliga havri, rugur og bygg
- Meira matur úr havinum
- Kjøt av betri góðsku, men minni av tí
- Meira mat úr teimum ódyrkaðu lendunum
- Vel vistfrøðiligan mat, tá ið tað ber til
- Royn at sleppa undan ílatingarevnum
- Fleiri máltíðir, sum liggja nærri árstíðini
- Meira heimagjørdan mat
- Tveit minni burtur
Bókin “Ny Nordisk Hverdagsmad” er at fáa í Keypssamtøkuni fyri 74 krónur.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.