Brúkarakunning, Umhvørvi
Brúkt battarí og spariperur
FK hevur sett íløt upp í øllum handl-unum til battarí og spariperur frá húsarhaldum.
FK hevur gjørt avtalu við tær kommunalu burturkastskipanirnar hjá IRF og Endurnýtsluni á Hjalla, um at taka ímóti brúktum batta-rí-um og spariperum frá húsarhald-unum.
Battarí og spariperur eru serliga dálkandi burturkast. Í so at siga øllum battaríum eru serliga dálk-andi evni sum t.d. kyksilvur og kadm-ium. Tey eru skaðilig fyri fólk og fæ, og tey dálka náttúruna, um tey ikki verða burturbeind á rættan hátt.
Orkusparandi perur verða brúktar alsamt meira og meira. Í spariperum er kyksilvur, ljósdust, glas og metall. Næstan 98 % av tilfarinum í einari spariperu kann verða endurnýtt, tá ið nýggjar spariperur verða fram-leiddar. Umráðandi er at ansa eftir, at perurnar ikki brotna, tá ið tær verða latnar í innsavningaríløtini. Gjølligari vegleiðing um hetta er at fáa í handlunum.
Battarí og spariperur mugu undir ongum umstøðum tveitast burtur sam-an við øðrum vanligum húsar-halds-burturkasti, tí tá er vandi fyri, at tey dálkandi evnini enda úti í nátt-úruni, har tey kunnu gera óbóta-ligan skaða.
Tak tí tey brúktu battaríini og tær brostnu spariperurnar við í FK, tá tú fert at keypa nýggj. FK hevur íløt til brúkt battarí og spariperur.
FK letur battaríini og spariperurnar til kommunalu burturkast-skipan-ir-nar hjá IRF og Endurnýtsluni á Hjalla sum serliga dálkandi burt-ur-kast.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.