Brúkarakunning, Felagsskapurin, FK tíðindi, Kunning, Tíðindi
FK dagførir limaskipanina við nýggjum limakorti
Hósdagin 8. oktober verður nýggj limaskipan sett í verk í FK. Endamálið er at lyfta tænastustøðið, soleiðis at vit kunnu røkka tí einstaka liminum í FK á besta hátt.
Sum limur fert tú at fáa eitt nýtt limakort, sum ætlanin er, at tú skalt brúka, hvørja ferð tú ert til handils í FK. Við at nýta limakortið fært tú lut í teimum sera góðu limatilboðunum, umframt aðrar ágóðar, so sum ókeypis Samvirke hvønn mánað.
Fyri at fáa kortið krevst at tú ert limur í FK. Ert tú longu limur í FK, skalt tú skráseta seg av nýggjum við kassan, har tú fært útflýggjaða eina kassakvittan, sum er prógv fyri nýggja limaskapinum.
Ert tú ikki limur, ber til at tekna limaskap við kassan. Tað kostar einans 10 krónur. Tú fært somuleiðis eina kvittan útflýggjaða sum prógv fyri limaskapinum. Fyri at gerast limur skalt tú vera fylt/ur 18 ár.
Á kvittanini, sum tú fært við kassan, er upplýst limanummar umframt ein kota tilinnritan. Tá tú hevur fingið kvittan fyri nýskrásetta limaskapinum, er eftir at fullfíggja skrásetingina við teimum neyðugu upplýsingunum, so um navni, bústaði, telefonnummari, telduposti og ymiskum upplýsingum um títt húskið. Hetta verður gjørt við at fara inn á teldustaðið www.fk.fo/kvittan, ella við biðja um at fáa ein tekningarfrymil útflýggjaðan í tínum FK-handli.
Tá allar viðkomandi upplýsingar eru skrásettar í skipanini, verður tað persónliga limakortið framleitt og sent liminum. Á limakortinum er upplýst navn, limanummar og navn á tí FK-handli, sum limurin hevur latið seg skráseta í.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.