Brúkarakunning, Felagsskapurin, FK tíðindi, Hví FK?, Kunning, Tíðindi
Neyðugt við fólkaræðisligum handilsfelagsskapum sum FK
Brot úr frágreiðingini hjá formanninum, Róa Eliasen:
Ein ársfrágreiðing lítur aftur um árið, sum fór, men skal eisini vísa á leiðir fram eftir. Um ein kennir tað farna, hevur ein betri førleikar til at halda og finna kós fram eftir.
Síðan ultimo 2012 hava vit virkað eftir einari strategi, har vit hava sett út í kortið, hvat vit vilja fram til 2017. Henda strategi er bygd á okkara framtíðarkanningar – swot-kanningar – og er knýtt at okkara visión. Út frá hesum eru so okkara mál og tíðarætlanir settar upp. Ein stóran part av hesari strategi skuldu vit byrja upp á í 2013. Til dømis skuldu vit byrja at nútímansgera handlarnar, bæði hvat viðvíkur at innrætta og at nútímansgera innbúgvið, her undir at útskifta gomlu køli- og frystiskipanina, ynski um at økja um søluna á nethandlinum til tað tvífalda fram til 2017 osv. Hetta arbeiði er komið væl áleiðis. Nýggjur handil letur upp í Fuglafirði tann 1. september 2014. Tann gamli verður/er seldur til kommununa. Karmarnir og staðsetingin av hesum handlinum verða munandi betri enn hjá tí gamla. Vit eru bjartskygd við hesum handli og vóna, at gongdin við nýggja handlinum verður betri enn í tí gamla, eisini tí, at vinnuvirksemið nærhendis nýggja handlinum verður økt í bygdini, samstundis sum handilin letur upp. Annars verða stórar ábøtur og fríðkan eisini gjørdar á allar handlar í landinum í løtuni.
At virka sum starvsfólk ella sum álitisfólk í FK gevur meining. Hví? Tí tú sum limur ert eigari! Tað hevur víst seg – ikki minst í 0´unum – at ikki einans marknaðarkreftir kunnu føra samfeløg fram eftir, heldur tvørtur í móti. Tað er eisini neyðugt við fólkaræðisligum handilsfelagsskapum sum FK, har borgarin/limirnir/kundin kunnu hava ávirkan á framleiðslu, sølu og marknaðarføring hjá virkinum. Tað er júst her, at FK – sum felagsskapur – hevur sína heimild og serstaka styrki. Eitt FK slogan frá 1952 ljóðaði: ”Ei at tjena frá øðrum, men hvør at tæna øðrum”.
Fari at enda at takka álitisfólkunum, handilsligu leiðsluni og starvsfólkunum fyri gott samstarv og dygdargott arbeiði í farna ári. Somuleiðis fari eg at ynskja teimum nývaldu til lukku og góðan arbeiðshug. Keypssamtøkan stendur fyri stórum avbjóðingum komandi tíðina. Okkara uppgáva er at vísa í verki, hvat Føroya Keypsamtøka stendur fyri.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.