Brúkarakunning, Formaðurin skrivar, Matarvarðin
Skúlaársbyrjan og Matarvarðin
Nú eitt nýtt skúlaár er byrjað, vilja vit í FK vísa á tann nýggja Matarvarðan hjá FK og FDB. Matarvarðin tekur støðið í teimum 8 almennu kostráðunum. Kanningar aðrastaðni hava víst, at ein stórur partur av skúlabørnum ikki etur morgunmat hvønn dag. Tá skúlabørn ikki eta, fer heilin burtur av at savna seg um mat.
Soleiðis ber til at staðfesta, at um næmingurin ikki etur morgunmat áðrenn hann fer í skúla, hevur hann vánaligar fortreytir fyri at læra í skúlanum. Góðir matvanar kunnu sostatt stuðla undir endamál skúlans, nevniliga læring og menning.
Hvat er ein góður matpakki?
Ymiskleiki er lykilin til ein góðan og sunnan matpakka til børnini. Leiðreglur eru, ið ein kann fylgja, um ein vil geva sínum børnum eina heilsugóða barlast við í skúlataskuna.
Matvøruserfrøðingar vísa á, at í einum góðum matpakka eru:
• groft breyð
• frukt
• fiskaviðskeri
• grønmeti og
• soltin kjøtviðskeri ella ostur.
Um børn og ung ikki raðfesta heilsugóðar kostvanar og rørslu høgt, er teirra heilsa í vanda.
Ymiskt kunningartilfar er gjørt, sum t.d. bóklingur, ið greiðir frá, hvussu Matarvarðin eigur at verða nýttur. Alt hetta er at finna og kann takast niður á heimasíðuni hjá FK: www.fk.fo
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.