Brúkarakunning, Formaðurin skrivar
Skúlaársbyrjan – sunnur matur og rørsla
Heilsa og vælferð hjá børnum eru fyrst og fremst ein foreldraábyrgd, men kunnu eisini í ávísum førum vera ein felagsábyrgd. Fyri at tryggja okkum betri heilsu er neyðugt, at tann einstaki borgarin, familjan, stovnurin, kommunan og landið kenna sína ábyrgd og virka har eftir.
Versnandi heilsustandur
Ymiskar kanningar vísa, at heilsuvánirnar eru vorðnar verri hjá børnum tey seinastu 20 árini. Hetta hendir millum annað tí, at mat- og rørsluvanar eru broyttir.
Ósunnir matarvanar
Næmingar velja ofta at eta ósunt. Tey vilja í ávísum førum eta tað, ið hóskar til tað image, tey hava í klassanum.
Eftir skúlatíð eru nógv børn einsamøll heima, har tey ofta fáast við sitandi virksemi, har ”hugnaeting” hevur góð gróðrarlíkindi.
Kanningar aðrastaðni hava víst, at ein stórur partur av skúlabørnum ikki etur morgunmat hvønn dag. Kanningar vísa eisini, at ov lítil svøvnur er eitt vánaligt hugskot. Tá skúlabørn ikki eta, fokuserar heilin á mat. Soleiðis kann man staðfesta, at um so er, at næmingurin ikki etir morgunmat, hevur hann vánaligar fyritreytir fyri at læra í skúlanum. Ein góð matmentan kann sostatt stuðla undir endamál skúlans, nevniliga læring og menning.
Rørsla er góð fyri heilsuna
Tað er sunt at røra seg, tí rørslur geva orku og yvirskot í gerandisdegnum. Motorikkur er grundarlag fyri menningini av intellektinum hjá einum barni. Haraftrat grundarlag fyri samstarvi og sosialum førleikum. Samanumtikið kann sigast, at rørsla er týdningamikil fyri læring og trivnað hjá øllum børnum og ungum. Tær nýggjastu kanningarnir vísa, at ov lítil rørsla kann føra til fleiri ymiskar sjúkur, sum t.d. ovurfiti, æðrakálking, ov høgt blóðtrýst v.m. Umleið 30% av t.d. tí danska fólkinum røra seg so lítið, at tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað.
Um børn og ung liva í einum samfelag, sum ikki raðfestir sunnar kostvanar og rørslu høgt, er teirra heilsa í vanda. Persónar, ið kunnu ávirka hettar øki á beinan veg, eru foreldur at børnunum, námsfrøðingar, lærarar, skúlaleiðslur og onnur.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.