Brúkarakunning, Felagsskapurin, FK tíðindi, Kunning, Matarvarðin, Tíðindi
Væleydnað matskeið fyri børn og foreldur

Lærarar og luttakarar á matskeiðnum fyri børn og foreldur, sum varð hildið á Húsarhaldsskúla Føroya 20. september 2012.
Í heyst hevur verið skipað fyri tveimum matskeiðum á Húsarhaldsskúla Føroya. Fyrra skeiðið varð hildið 20. september, tað seinna 27. oktober. Skeiðið byggir á tey vælumtóktu Go Cook-skeiðini hjá FDB.
Tað er Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúlanum, sum saman við lærarum á skúlanum hava skipað fyri skeiðunum, har ikki færri enn 40 foreldur og børn hava luttikið. Áhugin var so mikið stórur, at pláss var ikki fyri øllum, sum vístu áhuga.
FK var við til at stuðla tiltakinum við vørum og øðrum tilfari, ið nýtt var til skeiðini. Í tí sambandi hava vit biðið Jóhonnu á Tjaldrafløtti greiða okkum frá, hvussu skeiðið, ið varð hildið 20. september hepnaðist.
– Tað riggaði sera væl. Vit høvdu ikki roknað við so stórari undirtøku, og tí vóru vit eitt sindur ivasom, um pláss fór at verða fyri øllum, ið ynsktu at luttaka. Men hetta var eingin forðing fyri, at alt kundi ganga sum smurt.
Skeiðið byrjaði við, at eg hevði eitt ástøðiligt upplegg, har vit brúktu ein tíma til at greiða frá týdninginum av heilsugóðum mati, sigur Jóhanna. Hetta varð gjørt á einum stigi, har børnini eisini kundu fáa nakað burturúr. Evnið var rótfruktir, og orsøkin til, at hetta evni varð valt, er lutvíst tann, at rótfruktir eru heilsugóður matur, lutvíst tí, at fólk sum heild hava ilt við at ímynda sær, hvat rótfruktir kunnu verða brúktar til, og harumframt tí, at hetta er árstíðin fyri rótfruktir.
Rótfruktirnar, ið nýttar vóru á skeiðnum vóru gularót, reyðrót, pastinakk og persillurót. Luttakararnir fingu fyrst høvi at smakka ymiskar rótfruktir. Foreldur og børn fingu ein bakka við rótfruktum, ið vóru stoktar ella kókaðar, so møguleiki var at kenna mun á teimum ymsku mátunum at tilgera matin. Síðani varð tosað um, hvussu smakkurin og fastleikin í rótunum kendust.
Arbeitt var við o.u. 15 ymiskum uppskriftum, ið fevndu um suppu, døgurða, salatir, ymisk sløg av eplum, bollar og okkurt at hava aftur við einum drekkamunni.
Umframt at tilgera rótfrukt til ymiskar rættir varð eisini arbeitt við ymisk sløg av frukt, har luttakararnir lærdu at gera ymiskar figurar úr fruktini og at prýða við henni til borðreiðingina. Eitt nú vóru ananas skorið til stjørnur, burtur úr blomkálinum vórðu gjørd lomb, ið fingu víndrúvur til eygu, og burtur úr appilsin vórðu kurvar gjørdar og onkur gjørdi bát burtur úr agurk.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.