Brúkarakunning
Varðveita handilsmøguleikarnar í nærumhvørvinum
Við tað, at talan er um ein lítlan handil, kunnu vit nýta teir møguleikar, sum nýggja upplatingarlógin gevur okkum, m.a. at hava opið sunnudag
Eitt av endamálunum við at yvirtaka einasta handilin í bygdini, sum annars hevði verið latin aftur, var at menna og varveita handilsmøguleikarnar í nærumhvørvinum. Sjálvt um nakað stutt er fráliðið, síðani vit yvirtóku handilin til at siga hvussu tiltakið fer at eydnast, so hevur hilnast væl higartil og sølan hevur staðið mát við tað, vit væntaðu, tá vit byrjaðu.
Við tað, at talan er um ein lítlan handil, kunnu vit útnytta teir møguleikarnar, sum nýggja upplatingarlógin gevur okkum, m.a. at hava opið sunnudag. Nevnast kann, at handilin hevði opið um morgunin mammudagin, so til bar at keypa morgunbreyð og blomstur, sum vakstrarhúsið í Sandavági leveraði. Hetta eydnaðist væl.
Handilin er ein nærhandil burturav, og í so smáum hølum ber sjálvandi ikki til at hava tað stóra úrvalið. Men at handilin er partur av FK í Miðvági ger at lætt og skjótt at útvega tað, sum limirnir ynskja.
Vit hava góðar vónir um at vit hava tikið eina rætta avgerð, tí bygdarfólkið og somuleiðis avbygdarfólk, sum koma til bygdina eru sera væl nøgd við at kunna fara til handils uttan at skula av bygdini.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.