Felagsskapurin, FK tíðindi, Formaðurin skrivar, Tíðindi
60 ára heilsan til FK-deildina í Tórshavn
Tá Keypssamtøkurnar byrjaðu í Føroyum, vóru tað altíð staðbundnar eldsálir, ið tóku seg saman um stovnanina. Soleiðis var eisini í Havn, og nógv fólk vóru íðin at fáa eina keypassamtøku setta á stovn. Í nevndin, sum fyrireikaði stovnanina av Havnar Keypssamtøku í 1951-52 vóru: Heri Hamarsá, Christian Haraldsen, Erik Simonsen, Jógvan Poulsen, Louis Apol og Karsten Hoydal. Hesi tóku stigið og tóku upp samband og samstarv við ein hóp av øðrum góðum fólkum. Í fyrstu nevndina eftir stovnanina í 1952 vórðu valdir Christian Haraldsen, formaður, Heri Hamarsá, Louis Apol, Martin Kúrberg og J.P. Hendriksen.
Deildin í miðbýnum í Havn hevur altíð verið ein av okkara bestu, tó at umstøðurnar ikki altíð hava verið av teimum bestu. Deildin er ein sokallaður nærhandil og hevur framvegis góðar stuðlar í nærumhvørvinum. Hettar er at fegnast um og vónandi verður eisini soleiðis í framtíðini. Eg vil ynskja handilsligu leiðsluni, starvsfólkum og limadeildarnevndini alt tað besta í framtíðini og hjartaliga til lukku við teimum 60 árunum.
Í limaevndini í FK í Havn eru Jákup Danielsen formaður, Erling Jørgensen næstformaður, Turið Holm, Dania Lamhauge og Rókur Dalsgaard.
Rói Eliasen
Stjórnarformaður FK
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.