Álitisfólk, Felagsskapurin, FK tíðindi, Kunning, Tíðindi
Aðalfundur FK 2013
Ársaðalfundur FK 2013 varð hildin á Parnassinum 13. apríl.
Ársfrágreiðingin og roknskapurin vórðu løgd fram og góðkend.
Halltóra Joensen, Miðvági er nýggjur stjórnarlimir. Inna Nattestad, sum hevur røkt starvið í mong ár, bar seg undan afturvali. Hon er nú tiltakslimur til stjórnina.
Brot úr frágreiðingini frá formanninum, Róa Eliasen:
“Vit hava eitt serstakt og sterkt Brand, nevniliga FK-Brandið, ið er eitt tað elsta í Føroyum. Men hvat stendur so FK-Brandið fyri? Jú, hetta er knýtt at okkara visión og konkretum tiltøkum:
”FK, sum er 100% føroyskt og ogn hjá limum felagsins, skal við áhugaverdum og spennandi handlum selja nýggjastu og feskastu vørurnar. FK skal ganga á odda og vera sjónligt í samfelagnum, serliga í sambandi við vistfrøði, umhvørvi og ábyrgdarfulla sølu. Við einari virknari og nýtímans leiðslu skulu vit røkka góðum úrslitum, sum gagna limunum. Vit skulu virka fyri at selja føroysk framleiddar vørur í handlum okkara. Sum Føroya besta arbeiðspláss, við vælútbúnum og dugnaligum starvsfólkum, skulu vit vera tað fyrstvalda innkeypsstaðið”.
Í verki vísa vit á hetta millum annað eisini við hesum tiltøkum: fremst við eginframleiddum vistfrøðiligum vørum, Etiskan handil (ábyrgdarfull søla), E-handil, Battaríinnsamling, Matarvarðin (borgara upp-lýs-ing), Go-Cook (skeiðsvirksemi fyri børn og foreldur), FK-app til smartfone, Innsavning fyri Reyða Kross, stuðul til ítróttarkappingar og ikki minst Leikmeti o.s.fr.
Fari at enda at takka álitisfólkunum, handilsligu leiðsluni og starvsfólkunum fyri gott samstarv og dygdargott arbeiði í farna ári. Somuleiðis fari eg at ynskja teimum nývaldu til lukku og góðan arbeiðshug. Keypssamtøkan stendur fyri stórum avbjóðingum komandi tíðina. Okkara uppgáva er at vísa í verki, hvat Føroya Keypssamtøka stendur fyri.”
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.