Bygnaður, Felagsskapurin
Bygnaður FK

Leiðslubygnaðurin í FK. Stjórnarformaður er Rói Eliasen, felagsskrivari er Gunnleivur Dalsgarð, stjóri er Finn Nielsen og marknaðarleiðari er Bo Møller. Deildarstjórar eru Jan Gardar, Hansina Abrahamsen, Ingun Davidsen, Bent Lundsgaard, Bogi Vík, Álvur Samuelsen og Gert Levisen.
Føroya Keypssamtøka hevur 7 deildir ymsastaðni í landinum. Aftan fyri tær sjey deildirnar eru 5 limanevndir: ein í Klaksvík, ein í Eysturoy, ein í Havn, ein í Vágum og ein í Suðuroy.
Ársfundirnir
Á ársfundunum verða limirnir kunnaðir um støðuna hjá FK, og mál, sum stjórnin ætlar at viðgera á aðalfundinum verða løgd fyri limirnar at taka støðu til. Fyrst og fremst eru tað tey lokalu málini, sum verða viðgjørd á ársfundunum.
Limanevnd
Á ársfundunum verða 5 fólk vald í eina limanevnd. Tað eina fólkið er stjórnarumboð. Limanevndin er bindilið millum stjórn og limir. Limanevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara.
Aðalfundurin
Á hvørjum ári í apríl verður aðalfundur hildin. Á aðalfundinum møta umboðini í teimum 5 limanevndunum, harímillum tey, sum eru vald stjórnarumboð. Íalt er talan um 38 fólk. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki. Aðalfundurin skal m.a. góðkenna valini av stjórnarumboðum.

Í stjórn FK sita nú aftast f.v.: Jákup Danielsen, Inna Nattestad, Karin Kastalag, Rói Eliasen (formaður), Guðrun Petersen (næstforkvinna), Gunnvør Eriksen og Jóannes D. Sivertsen
Stjórnin
Stjórnin telur 7 fólk. Tey verða vald av limafeløgunum. Limafeløgini eru umboðað við einum limi hvørt, undantikið felagið í Havn, sum hevur 2 stjórnarumboð, og felagið í Eystyroy, sum hevur 2 stjórnarumboð. Stjórnin, sum skipar seg sjálv við formanni og næstformanni, hevur leiðsluna av FK um hendur, og formaðurin myndar FK úteftir. At taka sær av skrivaraarbeiðinum er settur ein felagsskrivari.
Stjóri og deildarstjórar
At stíla fyri handilsliga rakstrinum í FK setir stjórnin ein stjóra. Í samráð við stjóran setir stjórnin deildarstjórar, sum við ábyrgd fyri stjórn og stjóra skulu standa fyri dagliga rakstrinum av deildunum. Deildarstjórarnir seta sjálvir starvsfólkini. Starvsfólkið í FK hevur rætt til at velja umboð til stjórn og limanevndir. Hesi umboð hava uppskots- og talurætt, men ikki rætt at atkvøða.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.