Felagsskapurin, FK tíðindi, Kunning, Tíðindi
Gott úrslit í 2015
2015 eitt gott ár hjá FK” img_size=”medium” img=”16012″]16. apríl 2016 hevði Føroya Keypssamtøka aðalfund á Parnassinum í Havn, har umboð fyri limafeløgini, felagsleiðslan og handilsliga leiðslan vóru møtt á fundi.
Stjórnin legði fram besta roknskapin í 10 ár, sum varð einmalt góðkendur. Vøksturin í søluni seinasta ár var umleið 9%, og úrslit áðrenn rentur v.m var kr. 6.6 mió. kr.
Fólk fegnaðust um góðu gongdina, og formaðurin, Jákup Danielsen, nýtti høvi at takka álitisfólkum og starvsfólkum fyri framúr gott arbeiði.
Upplýst varð eisini, at millum 8000 og 9000 limir hava longu ogna sær nýggja limakorti, sum gevur avsláttur av ávísum vørum hvørja viku.
Umroknað til fulltíðarstørv eru 118 fólk í starvi hjá FK, og FK er ein av størstu limafelagsskapunum í Føroyum.
Jóan Magnus Joensen av Skála er nývaldur í stjórnina. Hann loysir Róa Eliasen úr Fuglafirði av sum stjórnarlimur.
Nýggj reglugerð fyri starvsfólkaumboðan á limanevndarfundum og stjórnarfundum varð samtykt. Umboðini fyri starvsfólkahópin eru Johan Blábjørg í Fuglafirði og Marjun Nord Olsen í Saltangará, sum er tiltaksumboð.
Yvirlit yvir tey, sum í dag manna stjórn og limanevndir er víst aðra staðni á heimasíðuni.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.