Hví FK?
Ein demokratiskur felagsskapur
Ofta spyrja fólk, um nakar munur er á Keypssamtøkuni og einum vanligum handli. Tann størsti munurin er tann, at tú kanst gerast limur í Keypssamtøkuni, og soleiðis vera við til eitt nú at ávirka raksturin av handlunum. Sum limur hevur tú medavgerðarrætt í øllum viðurskiftum. Limirnir avgera so at siga sjálvir, hvussu nógva ávirkan, teir vilja hava. Fyri nøkur er tað nóg mikið at velja fólk at umboða seg, meðan onnur eru virknari í felagsarbeiðinum. Sum limur hevur tú sostatt góðan møguleika at gera tína ávirkan galdandi í sambandi við vøruúrval og t.d. hvussu eitt møguligt yvirskot skal brúkast. Allir limir hava somu rættindi. Limir hefta ikki fyri skuld FK – tað ger FK sjálvt við sínum egnu ognum.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.