FK tíðindi, Formaðurin skrivar, Tíðindi
Nýggjur FK handil í Fuglafirði
Skal menna virksemi og trivnaðin í bygdini
Tað er av stórum týdningi, at handilsviðurskiftini í einum býi eru í lagi. Hetta er eitt av málunum,vit hava sett okkum fyri at røkka, nú FK letur upp nýggjan handil í Fuglafirði.
Nýggi FK handilin er tann fjórði FK handilin í Fuglafirði síðan latið varð upp á fyrsta sinni í 1961. Tann fyrsti var oman fyri Vørsluna, tann næsti í stóra Muntrabygninginum, og tann triði á Toftavegi. Tann nýggi, sum letur upp 4. september og er tann fjórði av FK-handlunum í Fuglafirði, er á Bakkavegi.
Karmarnir og staðsetingin av hesum handlinum verða munandi betri enn hjá tí gamla. Við øktum vinnuvirksemi í bygdini vilja vit gera okkara til, at tænastustøði á tí handilsliga økinum verður ment, og at vit fara at nøkta tann tørv, sum hetta fer at hava við sær.
FK vil ikki bert vera kent fyri at selja lágprísvørur. Heldur ynskja vit vørufjølbroytni, har talan er um eitt úrval av vørum, sum bæði hevur breidd og djúpd. Tað skal hava breidd í tali av vøruflokkum og djúpd í tali av ymisleika innan tann einstaka vøruflokkin av húsarhaldsvørum.
Vit vilja vísa á, hvat vit duga og megna, nevniliga tað, at vit bæði eru dugnalig til at veita lágprísvøru og til dygdarvørur. Við nýggja handlinum fara vit at bjóða eitt størri vøruúrval. Eisini koma fleiri og fleiri vørur á hillarnar við okkara egna vørumerki, sum er FK/COOP. Kundarnir fara ikki at síggja okkara eginframleiddu vørur í øðrum handilsamtøkum enn í FK. Um ikki langa tíð verða á leið 25-30% av vørunum við okkara egna FK/COOP-merki.
Við hesum skal eg nýta høvi at ynskja okkum øllum til lukku við nýggja handlinum, og takka starvsfólkum, arbeiðstakarum og kommununi fyri gott samstarv.
við FK-heilsan
Rói Eliasen formaður
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.