FK handlarnir, FK tíðindi, Kunning, Tíðindi
Barnabati og FK í samstarvi
Helst hevur tú longu sæð teir og kanska enntá longu keypt ein ella fleiri. Hvørja ferð, ið tú keypir ein Barnabata posa í FK, fær felagsskapurin allan ágóðan av søluni.
Samstarvið kemur í lag, hóast FK hevur virkað fyri at minka nýtsluna av plastikk beriposum. VIt royna støðugt at flyta vanarnar hjá okkum øllum til at brúka posar og taskur umaftur.
Men tað er ein sannroynd, at enn keypa nógv posar, og tá er gott, at inntøkurnar fara til eitt gott endamál, tí rætta vit Barnabata eina hjálpandi hond
Comments are closed