Frá tí Keypsamtøkan byrjaði fyri meira enn 60 árum síðani, hava limanevndirnar í øllum deildum felagsins á hvørjum ári skipað fyri hugnaløtum upp undir jól.
Her møta nógv fólk – bæði ung og eldri – at hugna sær saman. Her verður sungi, okkurt til undarhalds er fast á skránni og vælumtóktu burturlutingarnar, og so sjálvandi ein drekkamunnur við onkrum góðum afturvið.
Allir limir eru vælkomnir, – eisini børnini og/ella abba-/ommubørnini! Lýst verður eisini í viðkomandi handlum og KVF undan hvørjum tiltaki
Eisini í ár verða hesar hugnaløturnar fyriskipaðar og verða tær hildnar í teimum ymsu deildunum soleiðis:
Í Eysturoynni – sunnudagin 20. nov. kl. 16 í Lonini í Fuglafirði
Í Suðri – týsdagin 22. nov. kl. 19.30 í skúlahøllini í Trongisvági
Í Tórshavn – hósdagin 24. nov. kl. 19 í Róðrarneystinum á Argjum
Í Vágum – týsdagin 29. nov. kl. 19.30 á Hotel Vágum
Í Klaksvík – sunnudagin 4. des. kl. 19.30 á Sjómannsheiminum
Limanevndirnar bjóða limunum vælkomnum og vóna at uppmøtingin verður góð og at vit fáa eina góða og hugnaliga løtu saman.