Kunning, Tíðindi
Seinasta freist at keypa fyri samlimerkir
Seinasta freist at keypa fyri Zwilling samlimerkir er leygardagin 17. september 2022.
Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 20 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valda Zwilling lutin fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni.
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til. Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði.
Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK tekur ikki ábyrgd av, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilagt.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 20 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru.
Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Vit taka fyrivarni fyri møguligum villum og prentvillum.
Comments are closed