FK tíðindi, Kunning, Tíðindi
Team Rynkeby Føroyar ávegis til París
Í gjár fóru súkklararnir hjá Team Rynkeby Føroyar av landinum við Norrønu til Danmarkar, haðani tey skulu súkkla til París. Áðrenn farið var umborð á Norrønu hevði toymið súkklað úr Klaksvík til Havnar, haðani steðgað var í ymsum plássum á leiðini til Havnar. Bæði í Klaksvík og á hinum plássunum varð skipað fyri hátíðarhaldi, har m.a. varaborgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, og í Havn, har Heðin Mortensen borgarstjóri heilsaðu súkklarunum góða ferð til París.
FK hevur verið við til at savna inn pening í sambandi við tiltakið, ið fer óskorin til Krabbameinsfelagið. Peningurin er fyri søluna av serliga framleiddum Rynkeby djúspakkum við vistfrøðiligum djúsi. Í hesum sambandi handaði Bo Møller Hansen marknaðarleiðari hjá FK gávukekk á 27220 krónur til Team Rynkeby Føroyar. Hetta fór fram á samkomu í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum í Havn.
Har hildu forkvinnan í Krabbameinsfelagnum, Katrin Kalsberg, og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, røðu.
Rynkeby Juice í Danmark hevur framleitt serligar pakkar við vistfrøðiligum súrepladjúsi, sum børn við krabbameini hava prýtt við tekningum til frama fyri Team Rynkeby innsavningina. Hvørja ferð ein av hesum djúspakkunum verður keyptur fara 4 krónur burtur av til arbeiðið viðvíkjandi børnum og krabbameini.
Team Rynkeby er ein altjóða vælgerðarfelagsskapur, sum á hvørjum ári loyvir serstøkum súkkluliðum úr ymiskum londum at súkkla til París við tí endamáli at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.
Her heima hevur Team Rynkeby Føroyar verið úti um seg og savnað fitt av peningi til Krabbameinsfelagið, sum serliga er ætlaður at verða brúktur í stríðnum móti krabbameini hjá børnum.
Fróði D. Sandoy tók myndirnar.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.