FK tíðindi, Leikmeti, Tíðindi
Leikmeti til ítróttafólkini
Leikmeti er heilsugóður og leskiligur kostur í ítróttaheiminum. Leikmeti er smá bikør við skornari frískari frukt og grønmeti. Hett er nakað, tú kanst keypa, tá ið tú ert til kappingar ella dystir. Leikmeti er góður millummáli, tá ið tú ert virkin. Felagið keypir ein kassa við frukt og grønmeti og bikør fyri lagaligar prísir.
Samstarv millum feløg
Ítróttasamband Føroya og Føroya Keypssamtøka hava gjørt avtalu um at geva ítróttafeløgunum møguleika at keypa eina heilsugóða millummáltíð – leikmeti – fyri lægri prís enn vanligt.
Leikmeti er upprunaliga eitt samstarv millum Danmarks Idrætsforbund (DIF) og donsku keypssamtøkurnar (FDB), sum hvør hevur 1,6 milliónir limir. Báðir felagsskapir stremba eftir einari heilsugóðari leikmentan.
FDB stuðlar virkni, sum fremur góða heilsu og ábyrgdarfult brúk.
DIF hevur sum endamál at fremja og breiða út ítrótt í samfelagnum.
Hetta eru virði, sum bæði FK og ÍSF eisini stuðla.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.