Mannagongdir, tá ið upplýsingar verða skrásettar og brúktar í sambandi við at persónar verða skrásettir í limaskránna hjá FK.
Galdandi frá 1. september 2015.
Yvirlit
- Bakgrund
- Skráseting av upplýsingum
- Tá upplýsingar verða brúktar
- Upplýsingar verða ikki latnar øðrum
- Innlit í egnar upplýsingar
- Tá upplýsingar verða strikaðar
- Trygd
- Broytingar
1. Bakgrund
FK rekur eina limaskrá, har ið persónligar upplýsingar verða skrásettar og viðgjørdar við elektroniskum miðlum og við at limakortið verður skannað, tá ið keypt verður í handlum FK ella hjá møguligum samstarvspartnara.
Persónligu upplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi løgtingslóg nr. 73/2001 um viðgerð av persónsupplýsingum og kunngerð nr. 28/2003 um trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum. Viðgerðin fer fram hjá Coop Danmark A/S sambært avtalu millum partarnar um dátuviðgerð og annars sambært somu reglum, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi fyri dátur hjá Coop Danmark.
2. Skráseting av upplýsingum
2.1. Upplýsingar um persón, húski og áhugamál
Upplýsingar, ið verða latnar FK, tá limaskapur verður teknaður, verða skrásettar. M.a. verða hesar upplýsingar skrásettar: Navn, bústaður, telefonnummar, føðingardagur, teldupostur, handilsatknýti umframt upplýsingar um húski og um áhugamál.
Mælt verður limum til, egna vegna at eftirkanna, at allar skrásettar upplýsingar um persón, húski og áhugamál eru rættar. Harumframt verður mælt limunum til at dagføra hesar upplýsingar, tá ið broytingar verða framdar.
Upplýsingarnar um persón, húski og áhugamál verða dagførdar á heimasíðuni www.fk.fo/limir, ella við at útfylla oyðiblað, sum fæst í tínum FK-handli.
2.2. Keypsupplýsingar
Hvørja ferð limakortið ella onnur kort, sum hoyra til limakortið, verða brúkt, verður nýtslan skrásett.
Tá limakortið ella onnur kort, sum hoyra til limakortið verða brúkt í sambandi við keypið, verður skráset, hvar og nær kortið er brúkt, hvørjar vørur eru keyptar og fyri hvønn prís vørurnar eru keyptar.
3. Tá upplýsingar verða brúktar
3.1. Keypsupplýsingar
Upplýsingar um tað samlaða keypið, sum eru skrásettar á limakorti og øðrum kortum, sum hoyra til limakortið, verða brúktar til at leggja til rættis teir limafyrimunir, sum limurin hevur vunnið sær við at brúka kortið, tá ið keypt verður í FK.
Upplýsingar í sambandi við keyp av stakvørum kunnu verða brúktar saman við upplýsingum um persón, húski og áhugamál, við tí fyri eyga at bólka limin saman við øðrum limum við líknandi keypsvanum. Hetta verður gjørt javnan.
Á tekningini niðan fyri sæst, hvussu dátur frá keypskvittanini kunnu verða brúktar til at bólka limirnar í sonevndar keypsprofilar:
Tá limur fær limatilboð við telduposti fær hann tilboð, sum eisini kunnu koma frá møguligum samstarvspartnarum hjá FK. Tilboðið er í høvuðsheitum sett saman við støði í sjálvari limatekningini, men einstøk átøk kunnu taka støði í keypsprofilinum hjá liminum, har hugt verður eftir persóns-, húskja- og áhugaupplýsingum.
Upplýsingarnar um limirnar og teirra keyp skal FK harumframt brúka hagfrøðiliga fyri at fáa til vega almenna vitan um brúkaraatferð, til at menna limaskránna, til at menna og betra handlar, vøruúrval og tilboð, umfram til at gera marknaðargreiningar og samskifta við samstarvspartar um hetta. FK letur ongar upplýsingar frá sær, sum kunnu vísa aftur til ávísar persónar.
3.2. Teldupostur
Tann uppgivni teldupostbústaðurin hjá liminum verður brúktur til at senda virkanarleinki, innritanarupplýsingar, felagsfráboðanir og – um limurin hevur givið samtykki – at senda tilboð um vørur frá FK ella møguligum samstarvspartnarum í limaskránni, sum lýst oman fyri undir 3.1.
4. Upplýsingar verða ikki latnar øðrum
Bert FK hevur atgongd til tær í petti 2 nevndu upplýsingar. Upplýsingar verða ikki latnar triðjaparti uttan samtykki frá liminum um hetta. Tó kunnu upplýsingar verða latnar einum myndugleika, um hetta er av almannagagnligum áhuga, ella um dómaraúrskurður krevur tað, t.d. í sambandi við at lógarbrot skulu greiðast. Tilboð, tíðindi og limafyrimunir verða altíð send limunum umvegis FK.
5. Innlit í egnar upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til FK, Føroya Keypssantøku, høvuðsskrivstovuna.
Tá limir venda sær til FK, verða krøv sett um skjalprógv, at tryggja, at upplýsingar verða latnir rætta viðkomandi.
6. Tá upplýsingar verða strikaðar
Persóns-, húskja- og áhugaupplýsingar verða ikki strikaðar, men kunnu verða dagførdar, alt meðan limaskapurin varir.
Keypsupplýsingar verða strikaðar í seinasta lagi 5 ár eftir endan á tí kalendaraári, keypið er farið fram í.
Tá limur meldar seg út ella limaskapurin á annan hátt heldur uppat, verða allar upplýsingar strikaðar, sum ikki annars verða kravdar at verða goymdar sambært lóggávuni.
7. Trygd
7.1. Hjá Coop
Coop Danmark er dátuviðgerði hjá FK og kann sum slíkur ikki nýta dátur hjá FK til annað enn tað, sum verður gjørt vegna FK, so sum tilskilað verður í dátuviðgerðaravtaluni millum FK og Coop Danmark. Coop Danmark lýkur treytirnar hjá (danska) Dátueftirlitinum um trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, sum privat virki hevur fráboðað Dátueftirlitinum. T.d. hava einans starvsfólk við serligum myndugleika atgongd til upplýsingarnar. Upplýsingarnar verða goymdar og viðgjørdar í serliga tryggjaðum umhvørvi. Undirveitarar, sum viðgera dátur fyri Coop Danmark skulu lúka somu treytir um trygd.
Tá dátur verða fluttar millum telduna hjá liminum og FK ella Coop, ella millum FK og Coop og møguligan samstarvspartnara, verður hetta framt við SSL-kryptering.
7.2. Ráð til einstaka limin
Persónliga innritanarkodan, ið verður latin limunum, tá ið teir tekna seg, gevur teimum atgongd til at gera limaskrásetingina lidna við upplýsingum so sum navni, bústaði og slíkum. Mælt verður liminum til at verja egnar upplýsingar við ikki at lata øðrum óviðkomandi persónligu innritanarkoduna.
Teldupostur verður vanliga ikki sendur krypteraður. Tað áliggur liminum sjálvum at tryggja sín egna teldupostbústað ímóti ólógligari nýtslu.
8. Broytingar
Tá broytingar verða gjørdar í samtykkisváttan ella týðandi broytingar verða gjørdar í dátupolitikkinum, verða limirnir kunnaðir við telduposti, og teir skulu boða frá, at teir góðtaka broyttu treytirnar.