
Peugeot samlimerkir
Í tíðarskeiðnum 30. oktober 2017 til 3. mars 2018 verður eitt átak við Peugeot-búnýtum í FK.
Søgan handan Peugeot byrjaði í Fraklandi í 1840, tá farið varð undir at framleiða piparkvørnir. Við at framleiða eina røð av vørum, frá hondamboðum, súkklum og líka til bilar, hevur Peugeot sligið sítt vørunavn fast. Úr besta tilfari, framkomnum arbeiðsmannagongdum og serligum ansi fyri handverki og smálutum, hevur Peugeot-piparkvørnin vunnið sær hevd kring allan heimin.
Júst hesi somu kjarnuvirðini síggjast eisini aftur í allari røðini av piparkvørnum. Tær verða brúktar av mongum av heimsins mætastu matlistafólkum og eru ikki til at koma uttanum í einum køki. Tað er tískil ikki av ongum, at kvørnirnar hava malið í slakar tvær øldir. Peugeot hevur patentvart kvørnina, sum melur urtir og pipar kring allan heim.
Treytir
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til.
Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði. Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK ábyrgist ikki, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilegst.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 25 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru. Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskiti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt.
Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Gerst limur
Tú kanst tekna teg sum lim í øllum FK handlum, og tað kostar einans 10 kr.
Limatilboð
Øll sum keypa í FK fáa samlimerki, men tað eru einans limir, ið kunnu brúka merkini til at fáa avsláttur av Peugeot búnýti.