
RYOBI
Nú kanst tú samla merkir til dygdargóð amboð frá amboðsframleiðaranum Ryobi.
Frá 7. apríl 2025 til og við 31. mai 2025 fært tú, sum limur í FK, eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku.
Samliheftir, ið eru full av merkjum, kunnu verða innloyst til og við 7. juni 2025.

Slagbori/skrúvimaskina
uttan battarí, 18V
449,-
+ 10 samlimerkir
Prísur uttan merkir 899,- kr.

Stikksag uttan battarí, 18V
649,-
+ 10 samlimerkir
Prísur uttan merkir 999,- kr.

18V battarí/2,0Ah litium battarí og kvik-løðari
549,-
+ 5 samlimerkir
Prísur uttan merkir 999,- kr.

Bitt- og borikassi við 30 deilum
160,-
+ 10 samlimerkir
Prísur uttan merkir 320,- kr.

Felliknívur
150,-
+ 10 samlimerkir
Prísur uttan merkir 300,- kr.

Trygdarbrillur
75,-
+ 10 samlimerkir
Prísur uttan merkir 150,- kr.

Deltaslípari uttan battarí, 18V
399,-
+ 10 samlimerkir
Prísur uttan merkir 599,- kr.
Heinta samliheftið ella
eina eyka baksíðu
Fekst tú ikki eitt RYOBI – samlihefti við tær heim úr handlinum?
So kanst tú heinta tað sum PDF her. Tú kanst eisini heinta eina baksíðu, sum tú kanst samla merkini á.
Treytir
Frá 7. apríl 2025 til og við 31. mai 2025 fært tú, sum limur í FK, eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku. Samliheftir, ið eru full av merkjum, kunnu verða innloyst til og við 7. juni 2025. Ert tú ikki longu limur, kanst tú lesa meira um tað HER.
Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 10 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valda RYOBI amboðið fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni.
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til. Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði.
Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK tekur ikki ábyrgd av, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilagt.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 10 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru.
Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskifti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt. Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Vit taka fyrivarni fyri fyribils útseldum vørum, heilt útseldum vørum, møguligum villum og prentvillum.