er 16. januar 2016
Átakið “at samla merkir” fyri at fáa ein munandi avsláttur á Spiegelau-gløsum í FK, endaði á nýggjárinum, og freistin at bíleggja gløs er leygardagin 16. januar.
Hevur tú samlað 25 merkir, kanst tú fáa upp í 80% avsláttur av ymiskum gløsum frá týsku glasverksmiðjuni Spiegelau, sum verða roknaði at vera gløs av hádygd.
TREYTIR
Frá 23. august til 31. desember 2015 fært tú eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í FK. Samliheftir, ið eru full við samlimerkjum, kunnu verða innloyst til og við 10. januar 2016. Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 25 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valdu Spiegelau-vøruna fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni. Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til. Tilboðið er einans galdandi í oman fyri nevnda tíðarskeiði. Samliheftir, heilt ella bert lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK ábyrgist ikki, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilegst. Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 25 merkir, verða ikki góðtikin. Merkini verða einans útflýggjaði, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið um vøran er fyribils útseld. Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK.
FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskifti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt. Tikið verður einans aftur ímóti vørum, um kassakvittan verður víst, og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni ímóti rættari nýtslu av vøruni.