Forkela familjuna
Í tíðarskeiðinum 12. mars til 1. juni 2018 verður eitt átak við vørum frá Schiesser og Philips í FK handlunum.
Tú kanst samla merkir og spara upp í 77% av einari neyvt útvaldari kollektión til hillarnar í baðirúminum; Philips-vørur til persónliga røkt og lekkur, bleyt Schiesser handklæði.
Suðurtýska Schiesser hevur røtur aftur til 1875 og er viðurkent kring um í heiminum fyri handklæði av sera góðari góðsku.
Oeko-Tex-merkið er tín trygd fyri, at tilfarið ikki inniheldur heilsuskaðilig evni.
Philips kennir tú – men kanska hevur tú ikki roynt júst hesar vørurnar, ið vit hava valt. Tú fært stóran avsláttur av trimum snildum trimmarum og einari sera góðari tannbust.
Treytir
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til.
Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði. Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK ábyrgist ikki, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilegst.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 25 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru. Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskiti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt.
Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Gerst limur
Tú kanst tekna teg sum lim í øllum FK handlum, og tað kostar einans 10 kr.
Limatilboð
Øll sum keypa í FK fáa samlimerki, men tað eru einans limir, ið kunnu brúka merkini til at fáa avsláttur av vøruni.