Liviháttur
Hjá summum er tað ein liviháttur, hjá øðrum er tað ein spurningur um heilsu ella umhvørvi. Ert tú í iva, skalt tú lesa hesar tíggju orsøkirnar til at velja vistfrøðiligt:
1. Tú fært mat uttan leivdir av sproytieitri
Vistfrøðiligar vørur verða dyrkaðar uttan at sproytieitur verður nýtt. Úrslit av royndum við dýrum benda á, at tað kann vera vandamikið av fáa í seg leivdir av ymsum sproytievnum í senn – eisini sjálvt um mongdin er undir markvirðinum – umframt at, fáa vit pestisidir í okkum sum børn, kann tað ávirka menningina av okkara hormonskipan og evnum at nøra okkum.
2. Tú fært mat, sum smakkar betur
….tí bóndin økir ikki um ferðina á vøkstrinum við kunsttøðum, men letur planturnar veksa við nátúrligari, hóvligari ferð. Á tann hátt taka vistfrøðiligar plantur í seg fleiri føðslu- og smakkevni – og minni vatn.
3. Tú fært ósminkaðar, reinar vørur
Tað er loyvt at nýta sjey ferðir so nógv eiturevni í ikki-vistfrøðiligum vørum sum í teimum vistfrøðiligu. Harumframt eru danskir framleiðarar av vistfrøðiligum viðskera samdir um, ikki at nýta nitrit, hóast teir hava loyvi til tess. Nitrit er undir illgruna fyri at kunna elva til krabbamein.
4. Kríatúrini hava betri umstøður
Ansað verður eftir, hvussu leingi kríatúrini eru úti, hvussu gott pláss tey hava og hvat slag av fóðri, tey fáa. Alt við atliti til natúrligu atferðina og tørvin hjá dýrinum.
5. Gott fyri drekkivatnið
Vistfrøðilig landbrúk nýta ikki sproytumiðlar, sum kunnu eitra drekkivatnið.
6. Fá eina ríka og reina náttúru
Tess longri eitt landbrúk hevur verið vistfrøðiligt, tess fleiri vill plantusløg eru at síggja millum velturnar. Eisini eru fleiri summarfuglasløg kring vistfrøðiligu veltirnar enn kring hinar vanligu.
7. Tú fært mat við fleiri sunnum evnum
Enn finst ikki fult yvirlit yvir, hvussu stóra heilsuliga ávirkan vistfrøðiligu vørurnar hava – men fleiri góðar ábendingar eru. Vistfrøðiligar tomatir hava til dømis hægri innihald av sterkum antioxidanti, flavonoidum, sum í fleiri royndum hava víst seg at vera krabbafyribyrgjandi.
8. Leys av íleguskoyting
Vit kenna ikki enn arvaligu avleiðingarnar av at eta íleguskoyttar matvørur
9. Ø-merkið = dygt eftirlit
Úr jørðini til borðið, siga vistfrøðingarnir um eftirlitsskipan sína – og tað umfatar bæði danska Ø-merkið og grøna ES-øko-merkið við kornaksinum randað av ES stjørnunum.
10. Vistfrøðin er góð fyri menningarlondini
Ein ST frágreiðing hevur víst, at vistfrøðiligir bóndur í menningarlondunum spara pening til sproytumiðlar og tøð, fáa meiri grøði fáa størri vinning av vøruni, eins og fruktbara jørðin heldur áfram at geva.