Tíðindi
Aðalfundur 2024: FK 10 mió. kr. í halli í 2023
FK 10 mió. kr. í halli í 2023
Føroya Keypssamtøka, sum er millum størstu veitarar av gerandisvørum í landinum, helt leygardagin 11. mai sín árliga aðalfund. Har var m.a. grannskoðaði roknskapurin hjá FK lagdur fram og góðkendur av aðalfundinum.
Roknskapurin fyri 2023 vísir hall uppá 10 mió. kr. eftir skatt, ið er 2,4 mió. kr. verri enn árið fyri. Lækkingin í úrslitinum stavar serliga frá lægri bruttovinningi og hægri fíggjarkostnaði.
“Tað er greitt, at úrslitið als ikki er nøktandi”, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður. “Til tess at møta hesum avbjóðingum hevur FK longu tikið stig til at venda gongdini í rakstrinum, samstundis sum arbeitt verður við eini meira víðfevndari strategiskari endurnýggjan av keypssamtøkuni.”
FK hevur í ár m.a. skift stjóra, latið deildina á Skálafjørðinum aftur, og fingið nýggjan formansskap í stjórnini. Jákup Mørkøre tók við sum stjónarformaður í november 2023, og Jón Tyril tók við sum næstformaður í januar 2024.
“Tað er týdningarmikið, at fáa lagt raksturin av FK í eina trygga og langtíðarhaldføra legu, har fyritøkan kann mennast, dagførast og búgvast til framtíðina, og sostatt tryggja limunum eina enn betri handilsketu og gera okkum munandi meira kappingarfør”, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður, at enda.
Eftir aðalfundin eru hesi í stjórnini í FK:
Jákup Mørkøre, heldur fram sum formaður
Jón Tyril, heldur fram sum næstformaður
Tummas Lauritsen, afturvaldur
Elin Holm, afturvald
Jóannes Sivertsen, afturvaldur
Tim Wentzlau, nývaldur
Um Føroya Keypssamtøku
Føroya Keypssamtøka varð stovnað í 1965 sum ein samanrenning av trimum lokalum keypssamtøkum, tá ið Havnar Keypssamtøka, sum varð stovnað í 1952, Klaksvíkar Keypssamtøka og Fuglafjarðar Keypssamtøka, báðar stovnaðar í 1961, valdu at leggja saman til eina størri eind undir navninum Føroya Keypssamtøka, í dagligari talu nevnd FK.
FK-handlar eru í dag í Fuglafirði, Klaksvík, Miðvági, Hoyvík, Tórshavn og Trongisvági.
Føroya Keypssamtøka er eitt lutafelag, sum limirnir eiga. Í løtuni eru 14.500 limir í FK. FK er sostatt 100% føroysk, men samstarvar um vøruinnkeyp, úrval og annað við COOP DK.
Limirnir atkvøða árliga, hvør skal sita í stjórnini.
Samband:
Jákup Mørkøre, formaður
jak-moer@olivant.fo
telefon: 22 39 14
Comments are closed