Tíðindi
Änglamark kosið burðardyggasta vørumerki í Danmark
Brúkararnir hava talað: Änglamark er burðardyggasta vørumerki í Danmark, sambært Sustainable Brand Index.
Sustainable Brand Index er størsta spurnarkanningin av burðardyggum vørum í Europa, har yvir 80.000 fólk verða spurd um 1.600 ymisk vørumerki. Í Danmark vóru 12.000 fólk spurd um 243 ymisk vørumerki, og har vóru vørurnar frá Änglamark kosnar at vera tær burðardyggastu.
Vit hava í fleiri ár arbeitt við at víðka um úrvalið av vistfrøðiligum vørum og vørum, ið ikki innihalda ávís tilsetingarevni. Tí eru Änglamark vørurnar ein stórur partur av okkara vøruúrvalið.
Í FK eru vit errin av at umboða hesar vørur. Okkara viðskiftafólk seta stór krøv til burðardygd, og tí eru vit errin av at umboða eitt merki, ið er so frammaliga í huganum hjá fólki, tá talan er um burðardygd.
Comments are closed