FK tíðindi, Tíðindi
Ársfundirnir 2026
Nýtið tykkara rætt, og verið við til at ávirka Keypssamtøkuna í framtíðini!
Heitt verður á limir at møta á ársfundunum og gera sína ávirkan galdandi. Nú, tá endamálið við limanevndunum er nakað broytt frá at stýra til at ávirka Keypssamtøkuna á staðnum, er tað av týdningi, at fáa yngri, ágrýtin fólk at luttaka í staðbundnu nevndunum og vera við til at ávirka Keypssamtøkuna á staðnum. Ynskiligt er at fáa yngri fólk við í nevndirnar. (NB: Yngri fólk merkir fólk yngri enn 30-35 ár). Í komandi limanevndarári er av týdningi, at limirnir eru við til at ávirka og vera við til at seta í verk ymisk tiltøk fyri limirnar saman við Keypssamtøkuni á staðnum.
Her verður hugsað um onnur tiltøk enn adventstiltøkini, men onnur, sum kunnu hava stóran týdning t.d. tiltøk saman við barnafamiljum, vistfrøðiligur matur, føroyskar vørur o.s.fr.
Møgulig uppskot frá limum tíl ársfundirnar, má vera viðkomandi limanevnd í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan hvørjum fundi.
Ætlandi luttaka stjóri í Sp/f FK og formaður í Limasamtakinum FK L/F á fundunum.
Samanhald gevur styrki!
Ársfundir verða hildnir:
í Klaksvík
Mánadagin 16. mars kl. 19, Gepetto, Kráargøta 37
í Eysturoynni
Týsdagin 17. mars kl. 19, ÍF húsið í Fuglafirði
í Tórshavn og Hoyvík
Mikudagin 18. mars kl. 19, Matstovan í FK í Hoyvík
í Vágum
Týsdagin 24. mars kl. 19, Bygdahúsið í Miðvági
í Suðuroynni
Mikudagin 15. apríl, Kantinan í Trongisvágs skúla
Skráin fyri ársfundin, sambært § 7, stk 2 í viðtøkunum, er hendan:
- Val av fundarstjóra
- Val av fundarskrivara
- Frágreiðing um viðurskiftini hjá limafelagnum og øllum limasamtakinum í farna ári, m.a. fíggjarstøða hjá handlinum (deildini) og FK sum heild
- Uppskot frá Stjórn, limanevnd ella limum
- Orðaskifti um pkt. 3 og 4
- Val av Stjórnarlimi/-limum
- Val av limanevnd
- Val av Stjórnartiltakslimi/-limum
- Fráboðan um, nær og hvar aðalfundurin verður hildin.
- Ymiskt
Yvirlit niðanfyri vísir hvørji, í dag manna stjórn og limanevndir og hvørji, ið standa fyri vali (hesi eru merkt við *).
Limanevndir
Limanevnd Tórshavn & Hoyvík
Jákup Mørkøre (valdur í 2025)
Hvítanes
Arnfinn Hansen (valdur í 2025)
Tórshavn
Kristinbjørg Høgnesen (vald í 2025)
Hoyvík
Petur Nolsøe (valdur í 2026)
Kaldbak
Uni Gullfoss (valdur í 2025)
Hvítanes
Limanevnd Suðuroy
Tim Wentzlau (valdur í 2025)
Trongisvágur
Sólfríð Bech Hammerfoss (vald í 2025)
Froðba
Bjørg Rasmussen (vald í 2025)
Trongisvágur
Siri Andreasen (vald í 2025)
Trongisvágur
Finleif Guttesen (valdur í 2025)
Froðba
Tiltakslimir
Heidi Kaster Levisen (vald í 2026)
Tvøroyri
Doris Rasmussen (vald í 2026)
Trongisvágur
Limanevnd Vágar
Sascha Due Niclasen (vald í 2025)
Miðvági
Maj Hildigarðardóttir Berg (vald í 2026)
Miðvági
Johanna Næs (vald í 2026)
Miðvági
Tiltakslimir
Ann Dávadóttir Davidsen (vald í 2026)
Miðvági
Hildur Joensen (vald í 2026)
Sandavágur
Limanevnd Eysturoy
Sofus Gregersen (í nevnd 2025)
Fuglafirði
Alexandra Georgesdóttir (vald í 2025)
Fuglafirði
Magnus Joensen (valdur í 2025)
Skáli
Eyðun Sofusson á Dalbø (valdur í 2026)
Fuglafirði
Tiltakslimir
Bozidarka Saric (vald í 2026)
Fuglafirði
Limanevnd Klaksvík
Jósef Jacobsen (valdur í 2026)
Klaksvík
Alis Jacobsen (vald í 2025)
Klaksvík
Jonleif Christiansen (valdur í 2025)
Klaksvík
Tiltakslimir
Jóhan Bláberg (valdur í 2026)
Strendur
Stjórnarlimir
Jákup Mørkøre (valdur í 2026)
Hvítanes
Elin Holm (vald í 2025)
Tórshavn
Tim Wentzlau (valdur í 2025)
Trongisvágur
Sofus Gregersen (valdur í 2026)
Fuglafirði
Josef Jacobsen (valdur í 2025)
Klaksvík
Sascha Due Niclasen (vald í 2026)
Miðvági
Tiltakslimir
Kristinbjørg Høgnesen (vald í 2026)
Tórshavn
Uni Gullfoss
Hvítanes
Sólfríð Bech Hammerfoss (vald í 2026)
Froðba
Alexandra Georgsdóttir (vald í 2026 fyri Eysturoy)
Fuglafirði
Jóhan Bláberg (valdur í 2026 fyri Klaksvík
Strendur
Magnus Bárason Berg (valdur í 2026 fyri Miðvág)
Miðvági
Comments are closed


