Tíðindi
Bent 40 og Poula 45 ár í FK
Í dag hátíðarhalda vit ein rundan og ein hálvrundan starvsdag í FK Hoyvík.
Bent Lundsgaard, sum er deildarstjóri í Hoyvík, hevur starvast í FK í 40 ár. Fyrstu árini var Bent í FK í miðbýnum, og skuldi í 1983 vera avloysari sum deildarstjóri í Hoyvík í tríggjar mánaðir, men har hevur hann verið og við sama starvsheiti líka síðan. Bent er upprunaliga útlærdur í Brugsuni í býnum Tim í vesturjyllandi, og hevur tískil verið í Coop samtakinum í heili 50 ár.
Poula Gaardbo hevur verið krambakvinna í FK í 45 ár. Poula byrjaði í handlinum í miðbýnum, og tá handilin í Hoyvík lat upp, fór hon niðan har at starvast. Poula telist sostatt millum teirra, ið hava verið í FK Hoyvík longst.
Hjartaliga til lukku við starvsdøgunum, Bent og Poula.
Comments are closed