FK tíðindi, Tíðindi
Børn við krabbameini sniðgeva djúspakkar
Børn og systkin á teimum fýra krabbameinsdeildunum í Danmark hava teknað myndir, ið skulu prýða pakkan við vistfrøðiligum djúsi frá Rynkeby, sum verður seldur til frama fyri innsavningina hjá Team Rynkeby til Barnakrabbameinsgrunnin.
Djúsið, sum verður framleitt, er serstakt á tann hátt, at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni fer óskerdur til krabbameinsgrunnin hjá børnum, ið hava krabbamein. Rynkeby Foods og aðrir samstarvspartnarar hjá fyritøkuni hava stuðlað átakinum at framleiða serliga djúspakkan.
Høvi er at síggja allar tekningarnar, sum eru teknaðar á heimasíðuni hjá Team Rynkeby.
Tekningina framman á djúspakkanum hevur 6 ára gamla Denisa teknað, og baksíðutekningina hevur 4 ára gamla Anna teknað. Menve hevur teknað sólina og bífluguna á síðuni á pakkanum, og 6 ára gamla Mai hevur teknað súreplið, sum er oman á pakkanum.
Djúsið hjá børnunum er at fáa í FK-handlunum kring landið.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.