Tíðindi
Deildarstjóri til FK í Miðvági
Søkt verður eftir deildarstjóra til Føroya Keypssamtøku í Miðvági.
Í handlinum starvast 30 starvsfólk, ið tú sum deildarstjóri skalt ganga á odda fyri at menna handilin.
Sum deildarstjóri í FK gerst tú partur einum liði við 7 dugnaligum deildarstjórum, ið saman við samstaksleiðsluni leiða og menna eina av Føroya størstu handilsketum.
Vøkstur og gleði
Saman við samtaksleiðsluni stendur tú fyri støðugum vøkstri og menning bæði av handli og starvsfólki. Tí er neyðugt, at tú hevur góð evni at leiða og útdelegera uppgávur, eins og tú dugir at fáa onnur við tær.
Tú dugir at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og góð úrslit saman við starvsfólkinum. Tíni avrik verða mett eftir yvirskoti og evnum at skapa ein handil við góðum og mennandi umhvørvi fyri starvsfólk og kundar.
Í samstarvi við leiðsluni er tað tú, ið
- skipar dagliga leiðslu og vitanardeiling, ið skapar framfýsni og menning
- tryggjar rúmligt arbeiðsumhvørvi, har øll hava rúm at trívast
- setur í starv og tryggjar røttu samansetingina av toyminum
- sær evnir hjá starvsfólki og eggjar teimum til at mennast
- leggur til rættis, skipar fyri og fylgir átøkum upp
Tín tilgongd skapar framburð
Sjálvt um tú ofta skalt avgreiða uppgávur her og nú, hugsar tú langskygt og strategiskt. Hetta sæst aftur í tí virkisætlan, ið tú gert saman við samtaksleiðsluni. Hesa ætlan mennir tú støðugt og livir eftir. Við tínum leiðsluroyndum úr detailhandli tekur tú tær av allari dagligari leiðslu. Sum ein modernaður leiðari dugir tú samstundis at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har tað er vítt til veggja, samskiftið er gott og møguleikar eru at mennast. Tú dugir væl at samstarva og menna sambond. Tú ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp, eins og tú altíð ert fús/ur at hjálpa.
Tú selur bæði góðar vørur og góð virði
Í FK Miðvági ynskja vit at gera gerandisdagin lættari, sunnari, meira vistfrøðiligan og burðardyggan. Hetta uttan at gera kompromis við góðskuni. Tí tað eru altíð nýggjar verkætlanir, ið ávirka gerandisdagin hjá okkara kundum. Hetta megnar tú, tí tú av fullum huga gongur fremst og stendur fyri øllum – líka frá burðardyggum pakningi, djóravælferð til lættari máltíðir í einum skundmiklum gerandisdegi. Samstundis hevur tú frælsi at seta tín egna dám á handilin. Harafturat hevur tú samtaksstjóran og hinar deildarstjórarnar at sparra við.
Vi vænta at:
- tú hevur royndir sum deildarstjóri/handilsleiðari/vøruhússtjóri
Kunnleiki til rakstraramboðini hjá Coop er ein fyrimunur
Vit bjóða bæði persónliga og fakliga menning og lokkandi ágóðar:
- Karmar, ið geva tær møguleika at folda teg út handils- og leiðsluliga
- Eina engasjeraða, jaliga og visionera stjórn
- Góða løn
- At byrja í august 2023 ella eftir nærri avtalu
Um tú vilt byrja eitt nýtt kapittul í tínum arbeiðslívi?
Hevur tú spurningar, so ring til stjóran Súsannu Poulsen Tlf. +298 212575 – send tína umsókn til sp@fk.fo.
Ein setanarbólkur stendur fyri setanartilgongdini.
Søk áðrenn 30. juni 2023. Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tá tær koma inn.
Comments are closed