Tíðindi, Uppskriftir
Dunnubringa við appilsineplum
Tann eyðkendi smakkurin av dunnu, kryddaður víð frískum appilsinsmakki.
Til 4 fólk
Tilfar
- 2 dunnubringur
- 500 g av eplum
- 100 g sellarírót
- 1 vistfrøðiliga appilsin
- 1 tsk. av turkaðum rosmarin
- Salt og pipar
- 6 svørt piparkorn
- 50 g av dunnufeitti ella smøri
- 40 g av hveitimjøli
Sker smáar rivur í skinnið við einum hvøssum knívi uttan at skera niður í sjálvt kjøtið.
Gníggja við salti og pipari.
Flys eplir og sellarírót, og sker í smáar bitar.
Skola appilsinina, og rív gula skalið oman av.
Pressa saftina úr appilsinini.
Hita eina djúpa pannu ella eina grýtu við tjúkkum botni.
Brúnka kjøtið á báðum síðum við høgum hita.
Tak kjøtið av pannuni, og krydda við salti og pipari.
Steik eplir og sellarírót í dunnufeittinum í 5-6 minuttir. Rør javnan.
Koyr í eitt eldfast fat, og krydda við rosmarin, salt og pipar.
Lat saftina og rivna skalið av appilsinini í, og blanda væl saman. Legg dunnubringurnar omaná eplini, og steik í ovninum á 200 stigum í uml. 30 minuttir.
Lat kjøtið hvíla í 5 minuttir, og sker tað í álir.
Væl gagnist!
Comments are closed