FK tíðindi, Tíðindi
Starvsfólk til breyðdeildina/kassan
FK í miðbýnum, fulltíðarstarv
Vit leita eftir einum røskum og fyrikomandi fólki til breyðdeildina/kassan í FK í miðbýnum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í handli, men vit læra teg upp. Vit vænta av tær, at tú ert røkin, fyrikomandi, álítandi og dugir væl at samskifta við kundan.
Tú verður partur av einum fjølbroyttum starvsfólkahópi, har vit stundum hava nógv at gera og hava nógvar trúgvar kundar.
Talan er um fulltíðarstarv – 40 tímar um vikuna – har tú arbeiðir frá kl. 6.30 til 15.30, skiftivís í breyðsøluni og við kassan. Arbeitt verður eftir vaktarskipan.
Lønin er sambært sáttmála við Samverk. Starvið ynskist sett skjótast gjørligt.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Áka Jespersen, deildarstjóra, tlf. 21 06 48.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum umsókn skjótast gjørligt, og í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli 2025 til aj@fk.fo ella við posti til:
Føroya Keypssamtøka
Dr. Jacobsensgøta 4
Postsmoga 349
FO – 110 Tórshavn
Att: Áki Jespersen
Comments are closed