FK tíðindi, Tíðindi
Finn Nielsen stjóri í FK í 40 ár
1. juni í ár hevur Finn Nielsen verið stjóri í FK í 40 ár. Hetta varð hátíðarhildið við móttøku í fundarhølinum í FK í Hoyvík.
Millum mongu gestirnar sum vóru komin at hátíðarhalda runda starvsdagin, var eisini stjórnin í FK, har formaðurin, Jákup Danielsen, helt røðu.
Røða eftir Jákup Danielsen, stjórnarformaður í FK
Eitt sermerki fyri Keypssamtøkuna er, at nøkur fólk sum eru komin í starv her, halda leingi á og er als tað ikki óvanligt at starvsfólk røkka høgan starvsaldur í Keypssamtøkuni. Í dag markera vit at Finn hevur verið stjóri í Føroya Keypssamtøku í 40 ár.
Hann hevur samanlagt starvast nøkur ár longri enn tað. Eftir at hava arbeitt á Bedingini í Klaksvík, har pápi hansara var bedingsmeistari, tók hann við einum tilboði at koma í læru í Keypssamtøkuni í 1967. Hetta var eitt sindur óvanligt, tí Kjølbro, sum var giftur við fastur hansara, hevði matvøruhandil og átti eisini bedingina. Onkur hevur sikkurt hugsað sítt, men ongin segði nakað, nú hann var farin í læru hjá kappingarneytanum.
Eftir lærutíðina fór Finn av landinum og hevði í tíðarskeiðinum fram til 1981 saman við íslensku konuni gjørt av at vera innlimaður í danska samfelagið. Tey høvdu keypt hús har, so har skuldi framtíðin vera, men í 1981 ella rættari sagt nakað frammanundan var hann blivin kontaktaður um hann vildi átaka sær deildarstjórastarvið í miðbýnum í Havn. Hann segði seg tá ikki vera áhugaður í hesum og mestsum í spølni segði hann, at tey kundu kontakta seg aftur um stjórastarvið bleiv aktuelt. Hann varð tikin upp á orðið og í 1981 var hann spurdur um hann kundi átaka sær stjórastarvið. Nú skuldu stórar avgerðir takast. Familjuráð var, og spurningurin var um hann og konan skuldu flyta til Føroya og leggja danska ævintýrið afturum seg. Soleiðis bleiv tað og tók hann við stjórastarvinum formelt 1. Juni í 1981.
Hann kom ikki til skorin klæði. Handil var bygdur her í Hoyvík í 1978, sum lættliga kundi tikið lívið av allari Keypssamtøkuni, tí hvørki tíð og stað vóru tey røttu, men við hepnari hond eyðnaðist at hóra undan og umstøðurnar gjørdust enn betur tá Vegurin Langi bleiv gjørdur og tíðirnar í Føroyum gjørdust betri.
Ringu tíðirnar høvdu lært at hvør króna skuldi vendast, og tey sum umgangast Finn í tí dagliga vita, at hann fylgir í smálutir við rakstrinum og ansar eftir at hvør fær sítt.
Fari eg ikki heilt skeivur eru 70 ár næsta ár síðani Havnar Keypssamtøka var stovnað í 1952. Eisini vóru keypssamtøkur tíðliga í Fuglafirði og Norðoyggjum og gingu hesar saman í 1965 undir felagsheiti Føroya Keypssamtøka.
Fólk hava hildið tankan um at hava keypssamtøku verið tiltalandi og settu sær fyri at limirnir í Keypssamtøkunum kundu keypað ódýrar og óspiltar vørur, sum framvegis er okkara aðalmál. Keypssamtøkur bæði í t.d. Onglandi og í Danmark hava verið til í nógv longri áramál enn í Føroyum.
At reka matvøruhandilin er ikki nøkur gullgrúpa, men ætlanin við Keypssamtøkuni er sum so ikki at rósa sær av tí stóra vinninginum, men at veita limum og viðskiftafólki ódýrar og óspiltar vørur í einum felagsskapi, har tað eru limirnir sum taka avgerðirnar um hvussu skal farast skal fram og har tað er limirnir sum fáa ágóðan.
Nógv fólk hava gjøgnum tíðirnar arbeitt hjá Keypssamtøkuni og nógv eru tey sum hava latið seg verða vald inn í limanevndir kring alt landið og í stjórnina.
Vit kunnu í dag fegnast um, at Keypssamtøkan stendur, hóast sera harða kapping, á einum tryggum grundvølli. Vit hava ein góðan og sunnan rakstur, vit skylda lítið og einki og vit hava eina rímiliga góða eginogn. Vit hava seinastu árini fingið nýggjar handlar í Fuglafirði og Klaksvík, nýtímansgjørdan handil í miðbýnum í Havn. Í Hoyvík eru útbyggingar framdar og hildið verður fram at nýtímansgera hinar handlarnar.
Finn hevur í hesi 40 árini staðið á odda fyri Keypssamtøkuni, bæði í ringum sum í góðum tíðum. Hann er morgunmaður og hann hevur, sum sagt, fingurin á øllum sum hendir í samtøkuni. Hann kann fortelja um nógvar hendingar sum eru farnar fram hesi árini, um avbjóðingar og um tey mongu fólkini sum hann er komin í samband við í sínum starvi.
Tí er tað upp á sítt pláss at vit í dag heiðra hann á hansara 40 ára starvsdegi sum stjóri og takka tær fyri tín aktiva lut í, at Keypssamtøkan enn í dag er ein týdningarmikil partur av føroyska gerandisdegnum. Hjartaliga tillukku.
Comments are closed