Tíðindi
FK 70 ár í Havn
Í ár eru 70 ár síðan Havnar Keypssamtøka læt upp í Bringsnagøtu. Í 1956 flutti handilin í Dr. Jakobsensgøtu, har hann er tann dag í dag. Í 1978 legðist handilin í Hoyvík afturat.
Hendan runda dagin hátíðarhalda vit hesa vikuna við tveimum serligum tilboðum um dagin, ávikavist hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, øll fyri 70 kr. Tilboðini eru bert galdandi hesar dagarnar, og bert í FK handlunum í Havn, tað vil siga FK í miðbýnum og FK Hoyvík.
Fríggjadagin kl. 15 bjóða handlarnir í Havn kaku og kaffi. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Comments are closed