FK tíðindi, Tíðindi
FK-blaðið lagt á hillina
Føroya Keypssamtøka gevst við at bera FK-blaðið út til øll húski í Føroyum. Prentaða tilboðsblaðið, ið hevur verið fastur vikuligur gestur í tínum postkassa í eitt mannaminni, verður borið út á seinasta sinni mánadagin 27. januar.
– At gevast við pappírsblaðnum er ein liður í áhaldandi arbeiðinum at velja grønar og burðardyggar loysnir, allastaðni, ið vit kunnu. At gevast við at prenta og bera út 17.000 prentlutir um vikuna er eitt fet rætta vegin, sigur Bo Møller, marknaðarleiðari í FK.
Hóast FK í nógv ár hevur samstarvað við Føroyaprent, ið hevur umhvørvisgóðkenning og prentar so burðardygt, sum til ber, so er tað ein sannroynd, at alsamt fleiri bløð enda í ruskspannini uttan av vera lisin. Samstundis hava talgildar loysnir, sum eitt nú Posta appin, vunnið fram.
FK heldur tó á við góðu tilboðunum, ið frameftir vera at síggja á okkara talgildu miðlum og í Posta appini. Eisini verður ein faldari gjørdur við bestu tilboðunum.
Hesin verður lagdur fram í FK-handlunum, soleiðis at tey, ið vilja hava tilboðini í hondina, fáa tað. Hesin prentlutur verður sjálvandi svanamerktur og burðardyggur og prentaður hjá okkara stuttflutta veitara, Føroyaprent.
Comments are closed