Tíðindi
FK fær ársins fyrstu Kærleikskúlu
FK er valt til at fáa ársins fyrstu Kærleikskúlu 2025. Tey sum hava innstillað FK hava sagt soleiðis:
“Dugni hevur ígjøgnum fleiri ár havt eitt gott samstarv við FK, og tey hava altíð verið opin fyri samstarvið. Tey hava tikið næmingar inn í starvsvenjing, og ein fyrrverandi næmingur á Dugna er í dag útlærdur krambakallur.”
Hugsanin handan kærleikskúluna er, at varpa ljós á ein persón, eina fyritøku ella virkið sum hevur gjørt nakað eyka, fyri málbólkin hjá Dugna.
Kjarnuvirksemið hjá Dugna er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiðið, sum hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og arbeiða vit miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá viðkomandi. Okkara kjarnuvirksemi tekur tí støði í tørvinum hjá tí einstaka, og seta vit sjóneykuna á tann einstaka, á serstøku dygdirnar og avbjóðingar hjá viðkomandi, og við støði í hesum, eru vit við til at lætta um gerandisdegnum hjá mongum menniskjum.
Dugni kann tó ikki gera hetta einsamøll, tí er alneyðugt at hava góðar samstarvspartar so sum arbeiðspláss, fyritøkur og virkir, sum eru til reiðar at gera teirra til, at hjálpa hesum fólkum, til at fáa fast tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og harvið møguleikanum til at forsyrgja sær og sínum.
Kærleikskúlan 2025 kann keypast í kioskini hjá FK í Hoyvík.
Comments are closed


