Leys størv, Tíðindi
Kom og arbeið eftir skúlatíð í FK í miðbýnum
Ert tú eldri enn 15 ár og ynskir at arbeiða eftir skúlatíð? So søk arbeiði hjá okkum í FK í miðbýnum.
Vit bjóða tær eitt gott og stuttligt arbeiðsumhvørvi saman við øðrum ungum fólki.
Vit hava brúk fyri røskum, ungum fólki at byrja skjótast gjørligt, at arbeiða seinnapart og um kvøldið. Arbeiðstíðin er 2 dagar um vikuna ávikavist kl. 16.00–19.30 og 19.30–22.30. Harafturat annan hvønn leygardag ávikavist 08.30–15.00 og 15.00–22.30.
Tú fert at sita við kassan, seta vørur á hillarnar, rudda handilin, áðrenn hann letur aftur, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.
Hevur hetta tín áhuga, so kom inn á gólvið og spyr eftir deildarstjóranum Áka Jespersen ella varaleiðara Anvør Djurhuus.
Tú kanst eisini senda eina umsókn til Áka ella Anvør.
Áki er at røkka á tlf. 21 06 48 og aj@fk.fo.
Anvør er at røkka á tlf. 25 34 92.
Comments are closed