Tíðindi
FK virkar fyri at minka matoyðslið
Tað liggur ikki bara á hjá brúkaranum, at hugsa seg um, tá ið keypt verður. FK hevur í mong ár arbeitt við at gera sítt til, at góð matvøra ikki fer fyri skeyti.
Javnt og samt hava vit tillagað innkeyp av vørum, so alsamt minnið fer burt. Royndi og dugnaligi starvsfólkahópurin, dugir væl at meta um nøgdir og vánir, so vit sleppa undan at keypa ov nógv inn.
Vit eru komin langt og skulu koma enn longur, men tó er tað ein veruleiki, at okkara vørur eisini nærkast og fara um seinasta søludag. Hjá starvsfólkinum er tað ein góður væl grundaður vani, at halda skil á, so vit vita av hesum vørum.
Hesar vørurnar bólka vit frá og selja tær við góðum skoðbráið til nógv niðursettan prís. So kunnu viðskiftafólk sjálvi velja millum vørurnar og velja sær tað, ið tey náa at brúka áðrenn ov seint er.
Comments are closed