FK tíðindi, Tíðindi
FK-Cup í flogbólti er liðugt fyri í ár
Vit í FK fegnast um, hvørt ár at kunna stuðla, ungu flogbóltsspælarum í Føroyum við FK-Cup. Aftur í ár gekk FK-Cup eftir ætlan – og út við 900 ungir leikarir, skipaðir í 138 ymsik lið, luttóku í kappingini, og er hetta met stór luttøka.
Tað er Fleyr ið skipar fyri FK-Cup og í ár vóru 138 lið vóru tilmeldað. Tí hevur stórt trýst verið á hallunum. Serliga eru tað Flogbørn, sum hava havt stóra tilgongd frá øllum landinum, og Christina Nolsøe fyrireikari frá Fleyr gleðist um framgongdina í tilmeldaðum liðum, og at støðið er hækkandi.
Í Flogbørn vóru 60 lið teknaði být ímillum støði 0, 1, 2 og 3
Kappingin varð skipað soleiðis, at flogbørn støði 0, 1, 2 og 3, saman við dreingum 12, 14, 16 og gentum 12, 14, 16, og har afturat eisini mansunglingarnir spældu, seinasta vikuskitið (12.12.16) og í dag, eru tað kvinnuunglingarnir, ið hava leikt.
Vinnarirnir gjørdust hesir:
Dreingir 12 vann Fleyr
Gentur 12 vann SÍ
Dreingir 14 vann SÍ
Gentur 14 vann Fleyr
Dreingir 16 SÍ
Gentur 16 Fleyr
Mansungligar vann Fleyr
Kvinnuunglingar vann ÍF
Kappast varð í Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi, Hoyvíkshøllini og í høllini í Kollafirið. Roknað varð við omanfyri 900 luttakarum og spældir vóru umleið 475 dystir.
Kelda: Fleyr og Flogbóltssamband Føroyar
Mynd: Flogbóltssamband Føroyar
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.