Brúkarakunning, FK tíðindi, Umhvørvi
FK gevst at selja búregg
Tann 15. juni broytir FK sín handilspolitikk og tá fara egg undan búrhønum, sonevnd búregg, ikki longur at vera partur av vøruúrvalinum í FK.
Í staðin verður úrvalið savnað um vistfrøðilig egg og skaviegg.
Broytingin í handilspolitikkinum er liður í norðurlendskari menning av djóravælferð.
Um tað kemur fyri, at okkara veitarar av eggum ikki fáa levera, kann vera neyðugt at keypa tey egg, ið fáast í føroysku heilsølunum, hetta er tó bert í hendinga føri.
Comments are closed