FK tíðindi, Tíðindi
Føroya Keypssamtøka havt aðalfund
Aðalfundurin varð hildin 21. apríl. Til aðalfund møta stjórn, limanevndir og handilsliga leiðslan.
Stjórnin skipaði seg soleiðis: Jákup Danielsen heldur fram sum formaður og Tummas Lauritsen sum næstformaður. Les meira um stjórnina í FK her
Limanevndirnar eru valdar á ársfundunum. Tú sært hvørji álitisfólkini í limanevndunum kring landið eru her
Sølan í FK uttan MVG í 2017 var 258,9 mill kr. Hetta er ein vøkstur uppá 6,3 mill. kr. í mun til 2016. Avlopið eftir skatt var góðar 3 mill. kr.
Umroknað til fulltíðarstørv arbeiða 129 fólk í Føroya Keypssamtøku. Nú hava útvið 12000 limir í FK útvegað sær nýggja talgilda limakortið.
Comments are closed