FK tíðindi, Tíðindi
Føroya Keypssamtøka stuðlar Flogbóltinum
Flogbóltsfelagið Fleyr var í vikuskiftinum 23.-25. november vertur fyri FK-Cup í flogbólti í Tórshavn. FK-Cup er sera stórt innan føroyskan flogbólt og hevur stóran týdning fyri menningina av flogbóltsfelagnum.
Heili 137 lið vóru tilmeldaði, og merkir hetta, at umleið 900 børn og ung í aldrinum 5-22 ár høvdu leitað sær leiðina til Tórshavnar hetta vikuskiftið.
Føroya Keypssamtøka stuðlaði kappingini og lat frukt til tey minstu børnini, eftir tey vóru liðug at spæla. Til tey størru børnini vóru T-skjúrtur givnar til nummar eitt og tvey í hvørjum bólki. Hetta varð væl móttikið av bæði børnum og foreldrum.
Fleyr takkar FK fyri stuðulin.
Comments are closed