FK tíðindi, Tíðindi
Pakkifólk søkist til Slaktaradeildina í FK í Hoyvík
Arbeiðið fevnir um at pakka vørur til handilin í Hoyvík og handlarnar á bygd.
Arbeiðstíðin er skiftandi í tíðarbilinum kl. 7.00–15.00 gerandisdagar og annanhvønn leygardag.
Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna. Lønin sambært sáttmála við S&K.
Vit ynskja okkum ein fyrikomandi, nærlagdan og fryntligan starvsfelaga.
FK er eitt stórt arbeiðspláss og tú verður partur av einum sterkum felagsskapi.
Starvið verður at seta sum skjótast ella eftir avtalu.
Tú fært meira at vita frá Lars Hansen, slaktara, á tlf. 281990, ella skriva til:
ella
FK Hoyvík
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Att.: Lars Hansen
Merkt: Slaktaradeildin
Comments are closed