Brúkarakunning, FK tíðindi, Vørumerkir
Peugeot merkir hesa vikuna afturat
Royndarátakið við Peugeot vørum í FK nærkast nú endanum, vit geva merki til og við komandi leygardag 12. august. Talan er um eitt átak, har Føroyar eru royndarøki, og tí eru Peugeot-vørurnar í avmarkaðari nøgd. Verður uppi, ber til at fáa aðra vøru í staðin ella at goyma merkini til næsta merkjaátak seinni í ár.
Samliheftir, ið eru full við samlimerkjum, kunnu verða innloyst til og við 12. august 2017 ella so leingi vørur eru á goymslu. Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 25 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valdu Peugeot-vøruna fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni.
TREYTIR
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til.
Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði. Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK ábyrgist ikki, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilegst.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 25 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru. Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskiti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt.
Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Comments are closed