FK tíðindi, Tíðindi
Samlimerki til Dunlopillo vøru
Frá 6. desember til og við 23. desember 2019 fært tú tvey samlimerki fyri hvørjar 50 kr. tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku. Frá 24. desember 2019 til og við 24. apríl 2020 fært tú eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr. tú keypir fyri.
Samliheftir, ið eru full við samlimerkjum, kunnu verða innloyst til og við 8. mai 2020.
Burðardygg vælvera, framleitt úr náttúrutilfari
Fyri 90 árum síðan eydnaðist tað Dunlop Rubber at gera um flótandi latex til skúmgummi, ið kann brúkast í madrassum. Tað var eitt rimmar hugskot og í dag er Dunlopillo eitt viðurkent merki kring allan heimin.
Vit hava savnað eitt serstakt úrval til tín sum lim í Coop: Ein góður og allergivinarligur koddi, ið stuðlar høvd og nakka. Mjúkar dýnur og koddar úr burðardyggum dunnudúni. Mjúk seingjarklæði úr bestu góðsku. Ein hentan seingjarlumma til bókina og fartelefonina. Hevur tú droymt um eina song, ið er framleidd úr náttúrutilfari og stuðlar øllum kroppinum, sparir tú 50% við samlimerkjum.
TREYTIR:
Frá 6. desember 2019 til 24. apríl 2020 fært tú eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í FK. Samliheftir, ið eru full við samlimerkjum, kunnu verða innloyst til og við 8. mai 2020. Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 20 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valdu Dunlopillo-vøruna fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni. Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til. Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði. Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK ábyrgist ikki, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilegst. Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 20 merkir, verða ikki góðtikin. Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru. Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskifti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt. Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Vit taka fyrivarni fyri møguligum villum og prentvillum.
Comments are closed